Valravn og Mute-Comp bestu sýning í Cairo

Tónleikabólkurin Valravn, við millum øðrum føroysku Onnu Katrin Egilstrøð, vann saman við Mute Comp prísin fyri bestu sýning á sjónleikafestivali í Cairo fyri stuttum The 20th Cairo International Festival For Experimental Theatre 2008 var í døgunum frá 11. til 20. oktober.

Danska mentaráðið sendi Valravn og Mute-Comp til Egyptalands at umboða Danmark við dansi, sjónleika- og tónleikasýningini Grasping The Floor With The Back Of My Head.

Leikbólkar úr 45 londum tóku lut, m.a. úr Yemen, Kazakhstan, Jordan, Brasilia, Irak, Egyptalandi, Italia, Kina, Frakalndi og USA.

71 sýningar vóru spældar í nevndu døgum og sýningin við Mute-Comp og Valravn, har Anna Katrin Egilstrøð er við, vann heiðurin fyri bestu sýning í 2008.

Sýningin hevur áður verið innstillað til Reumert virðisløn og á Dublin Frindge Festival bleiv sýningin innstillað til bestu sýning.

Til ber at síggja brot av sýningini á YouTube ella á myspacesíðuni hjá Valravn.