Salli Lognberg
Skopun:
Tað er burturvið at tosa um at privatisera banka og fiskivinnu. Tað er líkamikið, hvør keypir í Føroyum, vænti eg. Tað fer av landinum kortini, tí tað er uttanlands, pengarnir eru. Nú hava føroyingar bløtt fyri hetta, og tí haldi eg eisini, at vit skulu eiga tað.
Annars eigur fiskivinnan at fáa nógv meira viðgerð, enn hon fær. Fiskivinnan eigur lívið í okkum, og vit mugu gera alt fyri at halda lív í tí, sum vit hava. Verið varnir við ikki at lata fremmandar koma inn i føroysku fiskivinnuna.
Og so hava vit eisini fyri neyðini her hjá okkum at fáa friða gýtingarleiðirnar. Útróðrarmenninir hava ikki verið nóg væl umboðaðir seinasta valskeiðið.
Eitt annað stormál, sum eigur at standa ovarlaga á listanum, er pensónsmálið. Nú er tíðin komin til at fólk fara at fáa ta pensión, sum tey áttu at fingið. Royndirnar vísa, at teir lova og geva eitt sindur við aðrari hondini og taka so aftur við hinari. Tað munar einki, sum pensionistarnir fáa.