Tilburðurin, tá amerikonsku myndugleikarnir stutt fyri jól staðfestu neytaøði hjá einari kúgv í statinum Washington, fær nú ávirkan á valstríðið upp undir forsetavalið næsta ár.
Eitt av teimum demokratisku valevnunum, Howard Dean, leggur nú George W. Bush, forseta og stjórnina undir at hava slept amerikonsku bøndrunum upp á fjall. Hann sigur, at amerikanska stjórnin átti at havt lært av teimum ovurstóru trupulleikunum, sum neytaøði elvdi til í Bretlandi í nítiárunum, men at stjórnin hevur snorksovið.
Tollaksmessudag staðfestu amerikanararnir fyri fyrstu ferð neytaøði í USA. Talan var um eina kúgv í statinum Washington við Kyrrahavið, og illgruni er um, at sjúkan er komin úr Kanada. Síðani sjúkan varð staðfest, hava 30 lond sett bann fyri at innflyta kjøt úr USA.