Valstríðið skal vera styttri og tættari

Samgongan umhugsar at broyta vallógina so at valstríðini verða styttri Samgongan arbeiðir við tankanum um at broyta vallógina.

Men talan er ikki um at broyta talið á valdømum og at gera Føroyar til eitt valdømi, sum talan hevur verið um.

Hinvegin er talan um at gera smærri broytingar. Og ein broyting er at stytta tíðarfreistina fyri, hvussu skjótt tað skal bera til at útskriva val.

Sum støðan er nú, skulu minst seks vikur ganga, tá tí, at væl er útskrivað, til valið kann vera.

Tað, sum samgongan nú hugsar um, er at stytta tíðarfreistina niður í tríggjar vikur.

At hava valstríð í seks vikur er í so leingi, heldur Jóannes Eidesgaard.

- Tað er torført føra eitt eldhugað valstríð í heilar seks vikur og tí er stórur vandi fyri, at valstríðið verður útvatnað og at valstríðið í ov stóran mun fer at snúgva seg um annað enn tey veruligu, politsku málini, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann vísir á, at uppundir seinasta løgtingsval vardi veruliga valstríðið ikki meiri enn tríggjar vikur.

- Tað var eitt fínt valstríð, stutt, intenst og tætt.

Tí heldur hann, at nógv talar fyri, at tað er rætt at freistina fyri, hvussu long tíð skal ganga, frá tí at val verður útskrivað, til tað kann haldast úr seks vikum, niður í tríggjar vikur fyri at stytta valstríðið.