Formaðurin í sosialdemokratiska flokkinum í Týsklandi, Sigmar Gabriel, ger longu nú greitt, at bankarnir og teirra arbeiðsháttur verður eitt av høvuðsevnunum í valstríðnum næsta ár, tá týskarar skulu manna samveldistingið av nýggjum.
SPD-formaðurin segði, at tað verður neyðugt at herða eftirlitið við bankunum og at gera greiðar reglugerðir um teirra virksemi. Samstundis fanst hann hvassliga at bankunum og segði, at teir høvdu kroyst stjórnirnar í Evropa til at lata teimum pengar fyri at bøta um skaðar, sum teir sjálvir høvdu gjørt. Harafturat legði hann fleiri av teimum týsku bankunum undir at hjálpa fólki og fyritøkum at sleppa undan skatti.
Teir kristiligu demokratarnir hava longu svarað SPD-formanninum við at siga, at tað var júst stjórnin hjá sosialdemokratunum og teimum grønu, sum slakaði í eftirlitskrøvunum til bankarnar.