Valdystur
Sámal Petur í Grund stillar annað árið á rað upp til formansvalið í Sjálvsstýrisflokkurin. Flokkurin broytti á eyka landsfundi í vár lógirnar hjá flokkinum, soleiðis at formansval nú skal vera á hvørjum ári. Hetta verður fyrsti regluligi landsfundurin/aðalfundurin síðani nýggju lógirnar komu í gildi.
Hóast nýggjur reglur, so verður kortini gamalt valstríð. Aftur hesaferð fara Sámal Petur í Grund og Helena Dam á Neystabø at dystast um, hvør skal gerast formaður í flokkinum. Áður hevur tað verið soleiðis, at tað hava verið fleiri formenn, men nú er bert ein floksformaður. Higartil í øllum førum hevur Helena Dam á Neystabø røkt hetta starv, og hon stillar eisini uppaftur til formansvalið á landsfundinum, sum verður í Klaksvík leygardagin. Sambært lógunum fyri landsfelagið hjá Sjálvsstýrisflokkinum, so skal formaðurin, um tað ber til, vera valdur millum ting- og landsstýrisfólk floksins. Ting- og landsstýrisfólk floksins kunnu eisini stilla upp av sínum eintingum, og hetta hevur Sámal Petur í Grund eisini gjørt. Orsøkina sigur hann vera, at hann hevur fingið fleiri áheitanir.
Skapa spenning
Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður og formansvalevni hjá Sjálvsstýrisflokkinum, hevur áður roynt eydnuna við at gerast formaður í flokkinum. Tað var á seinasta landsfundi í januar mánaði í ár, at val var millum Sámal Petur og Helenu. Úrslitið gjørdist, at Helena vann ein tepran sigur við 62 móti teimum 60 hjá Sámal Peturi.
Hóast hann tapti seinast, so hevur Sámal Petur ikki mist mótið, og hann stillar eisini upp leygardagin.
Hann sigur orsøkinar vera fyrst og fremst, at hann hevur fingið fleiri áheitanir, og hann samstundis heldur tað skapa spenning og økir um undirtøkuna á landsfuninum, tá ið eitt formansval stendur á skránni. Áhugin fyri landsfundinu hevur, sambært Sámal Peturi, seinasti árini ikki hevur verið nakað serligur, men á landsfundinum í fjør savnaðust omanfyri hundrað fólk til landsfundin.
Sámal Petur heldur, at hann hevur góðar orsøkir til at stilla upp. Hann heldur samstundis heldur ikki, at hetta formansvalið fer at skaða umdømi hjá flokkinum, tá ið mann á henda hátt letur demokratiið ráða.
Sámal Petur vísir eisini aftur, at hansara uppstilling til formansvalið bert endurspeglar eina misnøgd við verandi formann, Helenu Dam á Neystabø.
-Tað hevur heldur ikki verið tað stóra valstríðið hesaferð, sigur Sámal Petur í Grund. Og satt at siga er tað næstan heldur ikki skrivað eitt einasta orð um valið higartil. Sámal Petur Í Grund sigur seg kenna, at hann í øllum førum hevur sama stuðul, ið hann hevði í sambandi við valið í januar mánaði.
Sámal Petur ásannar, at hetta er síðsta útkall, tá ið tvey val liggja fyri framman. Hann heldur ikki, at tað er skeivt at skifta formann so tætt upp at tveimum valum.
-Verði eg ikki valdur, so haldi eg fram við at tæna flokkinum, sigur Sámal Petur í Grund.
Breiddin
Fær Sjálvsstýrisflokkurin leygardagin ein nýggjan mann á ovastu rók, so fer hetta at merkja, at breiddin í flokkinum verður meiri umboðað.
-Tað er einki yvir at dylja, at tølini ikki tala fyri flokkinum, og flokkurin somuleiðis verður at kalla einans umboðaður av einkultum persónum, so tað hevði verið ynskiligt at fingið breiddina meira við, soleiðis at flokkurin gerst meiri landsdekkandi og breiður, sigur Sámal Petur í Grund.
-Flokkurin kemur at halda fram við somu stevnu, um eg verði formaður, men sjálvandi havi eg eisini gjørt mær nakrar tankar, sigur Sámal Petur í Grund.
Nú fólkatingsval eisini stundar til, so hevur Sámal Petur eisini gjørt sær nakrar tankar í hesum sambandi. Hann ætlar sær at stilla upp, um altso flokkurin velur at heita á hann. Hann ásannar samstundis, at tað fyri Sjálvsstýrisflokkin verður tungt at føra valstríð til fólkatingsvalið.
Tað verður avgjørt leygardagin, hvør verður formaður í Sjálsstýrisflokkinum.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Helenu Dam á Neystabø, áðrenn blaðið fór til prentingar.