Í dag boðar Kvívíkar kommuna frá, at skrúvað verður fyri vatninum á Válinum - frá klokkan 10 í morgun og so leingi, sum arbeiðið varir.
Orsøkin er, at arbeitt verður við vatnleiðingini í bygdini, og Válur er sum kunnugt partur av Kvívíkar kommunu.
Fara vit nakrar dagar aftur, mæltu tey í Kvívíkar kommunu borgarunum til at kóka drekkivatnið á Válinum.
- Nýggjur sandur er nú komin í sandfiltrið, og reinsiverkið er sett til aftur, skrivaði kommunan hin 21. februar í ár.
Lagt varð aftrat, at nýggjar vatnroyndir skuldu takast, og at meira verður at frætta, tá royndirnar eru tiknar og kannaðar.
Sambært heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu í dag hevur kommunan framvegis avbjóðingar við drekkivatninum á Válinum.