Pirlo legði AC Milan á odda við einum góðum stútara, men van Buyten javnaði á San Siro til stóra gleði fyri týsku viðhaldsfólkini.
Gleðin var tó stokkut, tí stutt eftir útjavnandi málið skoraði Kaka við brotssparkið so støðan gjørdist 2-1 til AC Milan. Tað sá eisini út til, at italiumenn fóru at vinna dystin, men tríggjar minuttir inni í yvirtíðini javnaði van Buyten fyri týskarar. Harvið tryggjaði hann týskarum eitt gott útgangsstøði til returdystin í Munchen um tvær vikur.