Van der Sar heldur fram í Manchester

36 ára gamli málverjin hevur longt sáttmálan hjá sær við enska Manchester United við einum ári. Felagið hevur nærum havt støðugar málverjatrupulleikar, síðani danski Peter Schmeichel gavst í 1999, men teir trupulleikarnir tykjast loystir, eftir at royndi hollendingurin varð keyptur úr Fulham fyri 18 mánaðum síðani. – Edwin er væl fyri. Hann er framvegis svangur og eg rokni við, at hann væl og virðiliga kann spæla í tvey ár afturat, sigur venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson.