Hóast Manchester United liggur nummar tvey í Premier League, og Real Madrid nummar trý í La Liga og hevur vunnið seg víðari til endaspælið í Champions League, so eru venjararnir fyri grovum ákoyringum, tí spælið er ov lítið undirhaldandi.
Fótbóltspanelið er at hoyra á Rás2 hvønn fríggjadag millum klokkan 16 og 17
Louis van Gaal kom sum ein frelsari til Manchester United, tá teir eftir eitt ár í kreppu endaðu á sjeyda plássi. Hyggur tú bara eftir stigatalvuni, so er ilt at skilja, at nakar finst at tí so altíð tilætlaða Louis van Gaal. Fyrst vann hann teimum luttøku í Champions League farna kappingarár, og í løtuni liggja teir á øðrum plássið í Premier League. Bara eitt sitg frá fyrsta plássinum.
Les eisini:Eli og Oddbjørn á Rás2
Alíkavæl, so heglaðu atfinningarnar niður yvir Louis van Gaal og hansara spælihátt, tá Manchester United á Old Trafford spældi málleysan javnleik móti PSV í Champions League. Manchester United skal nú vinna seinasta dystin í bólkaspælinum fyri at vera tryggir í víðari luttøku. Tó eru teir á kós, til at luttaka aftur komandi kappingarár.
Millum atfinningarsomu røddirnar eru fyrrverandi spælararnir Paul Scholes og Roy Keane. Serliga Paul Scholes hevur verið atfinningarsamur um spæliháttin. Eisini spælarar sum Ángel di María hava víst sína ónøgd, eftir at hann bleiv seldur.
Sama skil í Madrid
Støðan er nakað tað sama í Madrid. Kritikkurin hevur helgað niður yvir Rafael Benitez. Men fyri tveimum umførum síðani, hevði Real Madrid ikki tapt alt kappingarárið, lá fremst í La Liga, og hevur vunnið seg víðari í Champions League.
Hóast góðu gongdina á stigatalvuni, so regnaði tað við kritikki á Santiago Bernabéu, tí spælið ikki eru undirhaldandi. Kritikkurin fekk av álvara bein at ganga á, tá Real Madrid fyrst tapti fyri Sevilla, og síðani Barcelona.
Rás2 spyr
Í Fótbóltspanelinum á Rás2 í dag spyrja vit, um atfinningarnar eru í ordan, ella um viðhaldsfólkini eru ov kræsin, tá tey koma við atfinningum, meðan liðið stendur seg væl.
Tú kanst eisini luttaka í sendingini við at senda spurningar ella meiningar inn á 559999
Gestir í Fótbóltspanelinum eru Eli Hentze og Oddbjørn Joensen.
Fótbóltspanelið hevur eisini eina SMS kapping, har tveir hepnir vinnarar kunnu vinna ein kassa av sodavatn frá Føroya Bjór. Vit spyrja hvørji eru barndómsfeløgini hjá Eli Hentze og Oddbirni Joensen. Send SMS við svarinum til 559999, og tú ert við í lutakastinum.