Van Gaal steðgar skjótt

Venjarin hjá Manchester United hevur eitt lyfti fyri konuni, ið hann er noyddur at yvirhalda

Louis van Gaal byrjaði sum venjari hjá United í fjørsummar. Tá skrivaði hann undir upp á ein trý ára langan sáttmála. Skal man trúgva nýggjastu útsøgnunum hjá niðurlendska venjaranum, so steðgar hann sum venjari, tá ið hesin trý ára sáttmálin gongur út. Orsøkin er, at van Gaal hevur lovað konu síni, at hann fer at steðga við at vera venjari, tá ið hann fyllir 65. 

 

- Eg steðgi sum venjari í 2017. Eg havi áður sagt við konu mína, at eg fór at steðga, tá ið eg bleiv 55. Nú fylli eg 64 í næstu viku, og eg arbeiði framvegis, sigur Louis van Gaal á tíðindafundi í USA, har Manchester United í løtuni er á venjingarferð.

 

Sum venjari hevur van Gaal ikki spart við krútinum upp á nýggjar leikarar hetta summarið. Manchester United hevur keypt Memphis Depay, Matteo Darmian, Bastian Schweinsteiger, Morgan Schneiderlin og Sergio Romero síðani síðsta kappingarár endaði í mai mánaði. Síðani van Gaal byrjaði sum venjari hjá United hevur hann brúkt umleið 2,5 milliardir krónur upp á nýggjar leikarar.