Van Persie aftur tøkur hjá Arsenal

Wenger ætlar aftur at geva fleiri ungum leikarum møguleikan í Liga-steypakappingini. ?Tað var eitt afturstig fyri Van Persie, at hann fekk ein knæskaða. Hesin elvdi eisini til vøddatrupuleikar. Men hinvegin so hevur hann styrkt seg likamliga, í tí hørðu uppaftur-venjingini, ið hann hevur fingist við. Johan Djourou og Theo Walcott eru tøkir aftur. Annars verða tað stórt sæð teir ungu leikarnir, sum leiktu í fjórðingsfinaluni, sum koma at leika í kvøld.? sigur Arsene Wenger við BBC. Miðvallarin hjá Tottenham, Jermaine Jenas vil fegin hava hevnd fyri hálvfinaluna ífjør. ?Vit hava ring minnir um hálvfinaluna ífjør. Hesuferð vilja vit hava tað øvutu kensluna. Vit mugu verða jaligir. Og vit mugu syrgja fyri at fáa eitt úrslit, so vit standa við einum góðum møguleika til seinnu hálvfinaluna á White Hart Lane. Eg eri fullvísur í, at vit kunnu altíð skjóta mál. Líkamikið nær, og hvar vit leika.? sigur Jenas.