Felagið Illorsuarmiut stríðist framvegis fyri, at fólk aftur kann sleppa at búgva í bygdini Illorsuit eftir herviligu flóðalduna sum rakti í 2017.
Tey, sum stríðast fyri hesi søk, halda, at tað er brot á mannarættindini, at fólk eru tvangsflutt úr bygdini, men her eru serfrøðingar ikki samdir.
Hildið verður, at tað er ein stór avbjóðing at reisa bygdina á føtur aftur.
Tað var í juni mánaði í 2017, at fólk vórðu tvungin at flyta úr Illorsuit.
Sjálvt um tað ikki er ólógligt at vera í bygdini, verður frárátt fólki at flyta aftur til bygdina av búgva.
- Um barnafamiljur velja at flyta aftur til bygdina, kann tað í ringasta føri gerast neyðugt at tvangsflyta børnini úr aftur bygdini, um mett verður, at avgerðin ikki samsvarar tørvinum hjá barninum.
Tað skrivar heimasíðan Sermitsiaq, sum vísir til eitt úttalilsi og eina ávaring hjá kamaradvokatinum.
Tað vóru myndugleikarnir i Grønlandi, sum gjørdu av at flyta fólkið úr bygdunum, Illorsuit og Nuugaatsiaq, eftir at bygdirnar vórðu raktar av flóðaldu, sum stóðst av stórum skriðjulopi í Karratfjørðinum, nærindis Uummannaq.
Í Nuugaatsiaq lótu fólk lív, men tíbetur kravdi náttúruvanlukkan ikki mannalív í Illorsuit, og her vóru heldur eingir skaðar av týdningi.
Nú verður lagt upp til, at grønlendska landsstýrið og landstingið taka spurningin um Illorsuit upp við tí endamáli at loyva fólki aftur at búgva í Illorsuit.
- Men, útlitini eru vánalig, skrivar Sermitsiaq.
Forkvinnan í felagnum Illorsuarmiut, Dorthe Qvist Jerimiassen, sum í dag býr í Ikerasak, hevur seinnu árini roynt at skapt uppmerksemi um truplu umstøðurnar hjá fólkunum, sum búðu í Illorsuit.
##med2##