Vandaferð hjá VÍF

Kanska er talan ikki um seinsta útkall. Men trýstið á VÍF-kvinnunum verður heilt stórt, fáa tær ikki okkurt við sær av Skála

Tað er nakað væl minni enn ætlað, nú kvinnurnar hjá VÍF bara hava fingið tvey stig burtur úr trimum teimum fyrstu dystunum í niðaru hálvu av Sunset-endaspælinum. Tað merkir, at tær í løtuni eru undir niðurflytingarstrikuni. Ein tanki, sum annars hevur verið veruleikafjarður størsta partin av kappingarárinum.

Harðar treytir
Nú er hetta tó ein sera ítøkiligur vandi, og tí eru vestmannakvinnurnar nær sagt tvingaðar at fáa nakað við sær av Skála sunnudagin. Gera tær ikki tað, so kann avleiðingin væl verða, at fýra stig eru upp til bjargingina undan teimum báðum seinastu dystunum. Hetta um Søljan vinnur sín dyst móti Tjaldri mikudagin. Tá verða treytirnar hjá VÍF, at tær í fyrsta lagi skulu vinna sínar dystir móti Søljuni og Tjaldri. Og í aðru atløgu, at Søljan ikki fær nakað burtur úr sínum heimadysti - á heimavølli móti StÍF.
Løtt verður uppgávan á Skála tó ikki. StÍF hevur staðið seg sera væl, nú niðurflytingin av álvara er vorðin eitt tema. Og tó at tær taptu greitt í seinnu hálvfinaluni móti Neistanum, so munnu vónirnar undan dystinum sunudagin vera á heilt góðari leið. Ikki minst tí tær við einum sigri endaliga kunnu staðfesta framhaldandi tilveru í deildini.

Neistin í Vági
Spenningur er eisini í ovara bólkinum. Sunnudagin skal Neistin spæla í Vági, og tann dysturin líkist eini uppgerð um, hvat av hesum báðum liðum skal kappast við Stjørnuna um fyrimunin, sum ein oddasessur í endaspæinum ber við sær. Fyrra dystin millum liðini í endaspælinum vann Neistin stórsigur. Men til tað er eisini at siga, at VB ta ferðina var rættiliga illa mannað. Og tí verður talan helst um eitt munandi meira uppsett VB, sum hesa ferð ferð á vøllin.
Seinasti dysturin í FM-endaspælinum hjá kvinnum verður í Havn, har Kyndil skal royna at endurtaka heimasigurin frá grundspælinu, tá Stjørnan kemur á vitjan. Tann sigurin var roknaður sum fremsta orsøkin til, at Kyndil vann kapprenningina um fjórða sessin í endaspælinum. Og einki er at ivast í, at klaksvíkarkvinnurnar fegnar vilja hevna tapið.