Skattapolitikkur
? Vilt tú varðveita eitt samhaldsfast samfelag, er tað vandfamikið at lækka skattin uttan fyrilit fyri at seta brúkaragjøld í gildi í staðin.
Tað var greiði boðskapurin hjá formanninum í Starvsmannafelagnum á aðalfundinum leygardagin.
Hann vísti á, at løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, hava aftur boða frá at ætlanin er at lækka skattin so hvørt sum brúkargjøld verða løgd á borgaran og lønartakarin frásigur sær lønarábøtur tí fíggjarliga skal hetta vera tað besta fyri samfelagið.
Men hesum ávaraði formaðurin í Starvsmannafelagnum staðiliga ímóti.
?Vilja vit varðveita tað samhaldsfasta samfelagið, er tað ein vandamikil leið at ganga at lækka skattin uttan fyrilit og at seta brúkaragjøld í gildi í staðin.
Og hann helt avgjørt, at vit eiga at varðveita og at bøta um tað samhaldsfasta samfelagið.
Hann segði eisini, at skulu vit ikki enda í einum samfelag, har tann fíggjarliga sterkasti fær ágóðan, meðan hini fáa ?molaranar av húsbóndans borði? er neyðugt við eini rættvísari skattaáseting, og tað skal hon sjálvsagt altíð vera.
Hvørki meiri ella minni
Gunnleivur Dalsgarðsegði, at politikarin við lóggávumyndugleikanum í hondini kunnu politikarar altíð hækka ella lækka skattin til hvat endamál tað skal verða, samstundis sum vit sita eftir við føvninginum fullum av brúkaragjøldum.
Hetta er gjøld, sum vit fullkomuliga verða bundin at og sum vit onki fáa gjørt við og samstundis syndrast samhaldsfasta samfelagið.
? Tað ljóðar kanska sum góður tónleikur í oyrunum á onkrum, at tað er meiri umráðandi, hvussu nógv tú hevur eftir av lønini, enn, hvussu nógv tú fært í løn, tí at skatturin fer við øllum.
? Politikarin eigur at gera sær greitt, at gjøgnum politiska starv sítt skal hann syrgja fyri, at røtt skattaupphædd verður áløgd og at rættvíst verður býtt millum ymsu herðarnar, ið skulu bera.
? Tað er neyðugt at fáa inn neyðuga skattin inn, ið skal til fyri at reka eitt viðkomandi og samhaldsfast samfelag ? hvørki meira ella minni.
? Skal tað verða uppgávan hjá løntakarunum, at taka hesar uppgávur uppá seg, at áseta hvussu og hvat skal gjaldast í skatti,- ja, so er betur at løntakarin tekur yvir stýrisvaldið sjálvur, soleiðis at vit hava trygd fyri, at lønar- og onnur viðurskiftir okkara verða rætt og væl umsitin.
Hjálpir onki
Og Gunnleivur Dalsgarð staðfesti, at eitt skulu bæði landsins myndugleikar og arbeiðsgevarar annars verða fullkomuliga greiðir yvir. Og tað er, at skal alt takast innaftur við brúkaragjøldum , fer ein skattalækking ístaðin fyri lønarhækking ikki at gera krøvini til beinleiðis lønarábøtur minni.
? Tvørturímóti verður tá neyðugt at hækka lønirnar, so hvørt sum brúkaragjøldini verða áløgd og vaksa.
? Hetta átti at verið rættuliga sjálvsagt,- sjálvt fyri politikkarunum, segði formaðurin í Starvsmannafelagnum.
Hann segði, at nú er spælt út við eini smávegis skattalækking yvir tvey ár og roynt verður at gjara út við, at hetta skal tálma krøvunum til komandi samráðingarnar.
? Tað er ílagi, at politikarin metir, at her er ov nógv tikið inn og tí eigur ein ávísur partur at berast aftur til skattgjaldarin.
Men lat okkum einaferð enn gera greitt okkara, at lønarkrøv verða bygd á tann tørv og ábøtur, sum neyðugur er, segði Gunnleivur Dalsgarð.