Vandamikið evni funnið í vistfrøðiligari vøru

Tá ið samanum kom var tann vistfrøðiliga vøran ikki ordiliga vistfrøðilig kortini

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av quinoa. Ávaringin kemur tí hetta slagið av quinoa er kanska selt í Føroyum. Heilt ítøkiliga er talan um Valsemøllen Quinoa øko 200 g. Vørunummarið er 11973 og tað er best fyri 11.08.2021, 26.10.2021 og 11.01.2022. EAN-strikukotan er 5701075202287.

Orsøkin til ávaringina er, at kanningar hava víst, at tað eru ov stórar nøgdir av týningarevninum, ethylenoxid í tí, og ethylenoxid í stórum nøgdum kann elva til krabbamein.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at skuldi onkur ligið inni við hesum, eru hyggjuráðini at koyra tað í skrell, ella at lata vøruna aftur í handalin, haðani tað er keypt.