Súsanna Dam
Kristin virði hava altíð og fara altíð at festa eld í krúttunnur, tí tey kunnu ikki definerast á skilagóðan hátt, men eru persónliga sannføringin hjá hvørjum einstøkum. Mær tykir eisini ræðandi at ímynda mær, at onkur av hesum heimi nú skal døma og sekta brot á lóg um kristin virði. Hava íspinnararnir til hesa ørvitisreglu ikki tíð at bíða til rætta tíðin kemur fyri hvønn av okkum?
Føroyingar hava fólkaræði, meir og minni, alt eftir hvussu illa teir ræðast grannan, arbeiðsgevaran og hin altíð fúsa bróðurringin sum av øllum alvi roynir at terrorisera okkum við sínum kristnu virðum. Men so er tað so heppið at fólkaræðið og talufrælsið enn loyva mær at mótmæla og greiða bróðurringinum frá at míni kristnu virði eru júst øvugt av tí, teir lesa og fyriskriva.
Fólkaræði er trúarfrælsi. Ódefineraði kristin virði avtaka bæði trúarfrælsi og fólkaræði.
Mest av øllum tyktust tíðindini hendan dagin, sum ein joke - men ikki petti stuttligur - at farið verður aftur í kolasvørtu miðøldina at leita eftir fyridømi til okkara nýggju stýrisskipan.
Eru tíðindini hinvegin sonn, so eru fólk farin fullkomiliga frá viti og skili, hava misskilt uppgávuna og mugu setast frá arbeiðinum við brestin, tað er alt ov vandamikið at lata tey halda fram.