Allar hendingarnar eru farnar fram um somu leið í býnum og upp á lutfalsliga stutta tíð. Tí heldur norska løgreglan, at talan er um ein og sama mann Í nátt gongur ein vandamikil maður leysur í norska høvuðsstaðnum, Oslo.
Hann ber knív og hevur í fyrsta lagi roynt at neyðtikið tvær kvinnur. Hann hevur eisini stungið ein mann í hálsin, sum kom aðrari kvinnuni til hjálpar. Í triðja lagi hevur hann meiðslað eina triðju kvinnuna í andlitið við knívi.
Sum skilst á norskari pressu í nátt, eru allar hendingarnar farnar fram um somu leið í býnum og yvir fáar tímar, og tí heldur løgreglan, at talan er um ein og sama mannin.
Sjónarváttar siga, at maðurin er um 180 cm. høgur, 20-25 ára gamal, og er helst av afrikanskum uppruna.
Norska løgreglan jagstrar nú mannin, ið hildin verður at vera sera vandamikil.