Vandi er fyri stríði millum Russland og Ukraina

- Russiska tilbúgvingin og hóttandi retorikkurin heldur fram, sigur Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, um støðuna millum Russland og Ukraina.

 

- Nýggjar áleypandi handlingar frá Russlandi móti Ukraina fara at fáa avleiðingar fyri Russland, sigur Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, eftir skundfundin í Nato í dag.

 

Aðalskrivarin duldi ikki fyri, at veruligur vandi er fyri stríði millum partarnar.

 

Tað vóru Nato-londini, sum vóru á skundfundi um støðuna í dag. Á fundinum varð umrøtt, hvussu londini skulu fyrihalda seg til russisku krøvini, tá samráðingar verða við Russland í næstu viku.

 

Í næstu viku skal Nato-Russlands ráðið, sum tað verður rópt, hittast á fundi fyri fyrstu ferð í meira enn tvey ár.

 

Fundurin verður í Brüxells, og her skal umrøðast, hvat kann gerast fyri at linka um spenningin, sum er á markinum millum Russland og Ukraina.

 

Í kvøld hevur amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, snakkað í telefon við uttanríkisráðharran í Ukraina, Dmytro Kuleba, um landsins framtíð.

 

- Antony Blinken legði dent á, at tað ikki verður snakkað um Ukraina uttan, at Ukraina er við, sigur ein talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið, Ned Price.

 

Frammanundan fundunum, sum verða, eru partarnir komnir við fleiri krøvum, og Russland krevur eitt nú, at Ukraina ikki verður tikið upp í Nato sum limaland, tó at tað er eitt ynski hjá Ukraina.

 

Fleiri av limalondunum í Nato hava lagt dent á, at tað er ikki aktuelt, at Ukraina verður limur í Nato. Verjusamgongan vil heldur ikki geva øðrum londum lyfti um, at tey kunnu gerast limir í samgonguni.