Vandi er nú fyri, at vælumtókta og vælvitjaða Sjósavnið á Argjum, nú noyðast smíða seymin í hurðina. Tað hevur leiðslan fyri Sjósavnið nú gjørt greitt fyri Mentmálaráðnum.
Sjósavnið við livandi dýrum og fiskum undan Føroyum, er dýrt at reka og eigararnir megna tað ikki longur, uttan at fáa dyggari stuðul.
Tey vísa á, at tey hava fleiri ferðir søkt Mentamálaráðið um stuðul, men hvørja ferð hava tey fingið noktandi svar.
Sjósavnið er vælvitjað og hevur havt ímillum 10.000 og 14.000 vitjanir um árið.
Higartil hevur tað yvirlivað við vælvild frá Tórshavnar Kommunu, sum hevur stuðlað við 400.000 krónum um árið.
Men tøknin á savninum krevur, at fólk er á vakt alt samdøgurið og tað ber ikki til við bara einum fólki í starvi.
Tað er eisini tørvur á at menna savnið alla tíðina.
Leiðslan fyri Sjósavnið sigur, at kemur ikki munandi broyting í, er onki at gera uttan at niðurlagað virksemið á savninum og sum frálíður er mest sannlíkt, at tað má lata aftur.
Tí søkir Sjósavnið nú mentamálaráðið um 490.000 krónur í stuðuli um árið, sum skulu brúkast til løn til eitt starvsfólk og til at keypa tænastur og annað, fyri.
Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur nú fingið áheitanina í sambandi við, at fíggjarlogin fyri næsta ár er til viðgerðar.