Vandi fyri roki í Ísrael

Ísraelska løgreglan stendur tilbúgvin, tí fleiri túsund ísraelsmenn hótta við at bróta seg ígjøgnum vegabyrgingarnar til Gaza-geiran at stuðla niðursetumonnunum har.

Støðan er spent í Ísrael. Stjórnin hevur gjørt av at flyta øll niðursetufólkini úr Gaza-geiranum, men tað vilja nógvir ísraelsmenn ikki góðtaka, og teir hava nú sett seg upp ímóti myndugleikunum.

Gjáramorgunin fekk løgreglan boð um hægstu tilbúgving við markið til Gaza-geiran, eftir at umleið 20.000 fólk høvdu brotið seg ígjøgnum byrgingarnar hjá løgregluni við býin Netivot. Haðani eru umleið 25 kilometrar til niðursetubygdina Gush Katif, sum er í Gaza-geiranum,og mótmælisfólkini hava boðað frá, at tey ætla sær hagar. Tey, sum skipa fyri mótmælinum, rokna við, at umleið 100.000 fólk fara til Gush Katif.

Blaðið Haaretz skrivaði í gjár, at løgreglan hevur sent boð eftir øllum sínum monnum, og at fleiri løgreglulið í øðrum býum hava fingið boð um at fara suður til Gaza-markið.

Stjórnin hjá Ariel Sharon, forsætisráðharra hevur boðað frá, at hon fer ikki at slaka, og at tey fyrstu niðursetufólkini verða flutt úr Gaza tann 15. august, sama um tey vilja ella ei. Sambært Haaretz stúrir stjórnin kortini fyri, at tey nógvu mótmælisfólkini fara at órógva afturtøkuna. Tí hevur stjórnin bannað ísraelsmonnum at fara til Gaza-geiran, men hesum lurta mótmælisfólkini ikki eftir.

Tá mótmælisfólkini komu til Netivot, fóru tey á grøvina hjá einum jødiskum vísmanni, og har gjørdi fyrrverandi yvirrabbinarin Mordechai Eliahu greitt, at mótmælisfólkini fara ikki at gera eftir boðum frá myndugleikunum.

-Eingin skal reka okkum burtur úr landi okkara, tí tað er ein gáva, sum Guð hevur givið okkum, segði hann í einari røðu fyri teimum nógvu mótmælisfólkunum.