Í Bolungarvík á Vestfirðum eru fólk flutt úr nøkrum húsum. Tað er serliga á Vestfirðum, at menn bera ótta fyri skalvalopum. Í gjár bleiv avgjørt at flyta fólkið úr fýra húsum í Bolungarvík, tí myndugleikarnir bóru ótta fyri skalvalopum har.
Eisini aðrastaðni er vandi fyri skalvalopum, skrivar Morgunblaðið, og í gjár noyddust myndugleikarnir at steingja ein veg á Vestfirðum, tí ein skalvur var lopin oman yvir vegin.
Tað hevur verið rættiligt vetrarveður í Íslandi í seinastuni við rættiliga nógvum vindi. Gjáramorgunin feyk ein bussur við 30 ungfólkum av vegnum á Suðurlandinum, men eingin fekk skaða.