Vandi fyri vatnflóð í Himmalaya

Umhvørvisstovnurin hjá ST ávarar um, at tann veksandi hitin á Jørðini kann elva til stóra vatnflóð í Himmalaya

ST-stovnurin UNFP sigur í einari nýggjari frágreiðing, at fleiri vøtn í Himmalaya veksa so skjótt, at um nøkur fá ár verður vatnflóð í fleiri økjum. Úrslitið verður, at vatnið fer at floyma oman ígjøgnum dalarnar, og tað verður ein vanlukka fyri tey, sum búgva har, sigur stovnurin.
Leiðarin í einari kanningarnevnd, sum hevur kannað viðurskiftini, sigur, at fleiri vøtn eru vaksin nógv seinnu árini. Sum dømi verður nevnt eitt lítið vatn í Dolakha-økinum. Í fimti-árunum var hetta vatnið 0,23 ferkilometur til víddar, men í dag er tað 1,4 ferkilometur stórt.
ST hevur sent verkfrøðingar og onnur til Himmalaya at kanna, hvat gerast kann fyri at fyribyrgja vatnflóð og at kunna fólkið í dølunum um vandan.
- Vit plagdu at siga, at fjøllini vóru stór og sterk, og at einki kundi ávirka tey, men nú síggja vit, at tey eru líka viðkvom sum havið og skógirnir, sigur Klaus Topfer, sum er stjóri í umhvørvisstovninum hjá ST.