kappróður
Seinnapartin sunnudagin var móttøka í neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Nógv fólk fagnaði óføru manningini, sum við sigri í ólavsøkuróðrinum tryggjaði klaksvíkingum fyrsta FM heitið nakrantíð í kappingini millum 10-mannaførini.
Sigurin var eisini søguligur á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin síðani í 1949, at Klaksvíkingur vann á Ólavsøku.
Í 1963 var um reppið, at Klaksvíkingur vann. Ta ferðina lógu teir væl fyri, men teir fóru eitt sindur skeivir, og tá ið teir aftur vóru komnir á rætta kós, endaðu teir á næstfremsta plássi. Hetta hevur tað verið tosað nógv um alt síðani tá.
Undan Ólavsøkuni í 1963 varð nógv tosað um, at tað nú vóru fjúrtan ár síðani, at 10-mannafarið úr Klaksvík hevði vunnið á Ólavsøku, og nú eru 43 ár afturat farin. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað vóru 57 ár millum sigrarnar í 1949 og nú í 2006.
Í sambandi við Ólavsøkuna í 1963 fór ein tá ungur drongur, Sigurd Syderbø í Klaksvík, at fregnast um, hvørjir teir vóru, sum róðu við í 1949. Sigurd er framvegis áhugaður í kappróðri og Klaksvíkingi. Ikki minst tí hann er pápi at yngsta manni umborð, 18 ára gamla Jón Syderbø, sum í fjør var meistari við Fípuni Føgru.
Tað eru tveir eftir á lívi av teimum, sum vóru við í 1949. Teir eru Franklin Michaelsen ella Franklin í Kunoy, sum hann verður nevndur í Klaksvík, og Hjarnar Djurhuus. Teir minnast báðir teir flestu, sum vóru við: Danial Michaelsen, Franklin Michaelsen, Pól hjá urmakaranum, sum teir nevndu hann, Hjarnar Djurhuus, Andreas Elttør, Jógvan Klakkstein, Leivur Borðoy, Leivur Sørensen, Bjarni Hansen, Torleif Joensen og so ein afturat. Franklin heldur seg minnast, at hann var Gunleigur Poulsen úr Kunoy, men hann er ikki heilt vísur í tí.
Minnið
Hjarnar Djurhuus er staddur uttanlands, og tískil sá hann ikki ólavsøkuróðurin. Hóast hann hevur verið burturi úr Klaksvík nógv størsta partin av sínum lívi, so er hann á sama hátt sum Franklin Michaelsen eldhugaður viðhaldsmaður hjá klaksvíkingum í øllum ítrótti, og áðrenn vit leita 57 ár aftur í tíðina vil hann fegin heilsa manningini á Klaksvíkingi og ynskja sínum bygdarmonnum hjartaliga tillukku við FM heitinum og sigrinum á Ólavsøku.
- Heiðurin at seta Ólavsøkuna varð litin mær til fyri nøkrum árum síðani. Tá varð eg spurdur, hvat mest spennandi løtan hjá mær sum ítróttarmaður hevði verið. Eg ivaðist ikki. Eg íðkaði nógv sum unglingi og var við til at vinna fleiri meistaraheitir til Klaksvíkar. Men mest spennandi var, tá ið vit í 1949 vunnu á Ólavsøku við Klaksvíkingi.
Hvussu var tað?
- Pól hjá urmakaranum, sum var álitismaður og ógvuliga gjøgnumførdur tíverri doyði hann so tíðliga - mannaði bátin. Báturin bar ikki væl manningina, so hann legði seg eftir skarpari manning. Eg lærdi á bedingini og var yngstur. Pápa dámdi tað einki, tí eg var so ungur, men eg endaði so umborð. Kongur vitjaði í 1949, og vit róðu fyri honum. Tað var nógv at gera á bedingini, so vit vórðu avheintaðir til venjingar, og vit fóru aftur til arbeiðis eftir venjingina. Vit løgdu nógv fyri, og vit vildu ógvuliga fegnir vinna á Ólavsøku.
Hvat minnist tú frá fyrireikingunum?
- Nøkur kvøld frammanundan vóru vit á landi á Kunoyarnesi og tingaðust um, um vit skuldu rógva bátin suður dagin fyri Ólavsøku. Tað gjørdu vit, tí vit høvdu hoyrt, at vestmenningar, sum saman við Suðuroyingi vóru sera stinnir, árið fyri skuldu havt róð teirra bát til Havnar. Men Edda helt, at hetta fór at taka ov nógva orku so stutt undan róðrinum. Hann segði seg einki hava ímóti, at hinir fóru, men hann ætlaði sær ikki við, og so fóru vit suður við gomlu Pride.
Hvat minnist tú frá róðrinum?
- Leivur Sørensen stýrdi. Pól hevði skipað soleiðis fyri, at Leivur hevði allan rættin at disponera undir róðrinum. Hann segði, hvussu vit lógu í kappingini við Suðuroying og Vestmenning. Teir vóru frammanfyri, men vit tóku teir í endaspurtinum. Longu áðrenn vit komu at landi, møttu vit fyrstu viðhaldsfólkunum á báti. Pápi (Hákun Djurhuus, blm.) hevði róð nøkur ár frammanundan, og hann var øgiliga spentur og rødur, tá ið hann eftir sigurin var við til at hitta okkum. Tað var stórur fagnaður, tá ið vit komu á land. Eg haldi ikki, at allir vóru komnir úr bátinum, tá ið hann varð so at siga tikin upp á land og av mongum borin upp á pláss, minnist Hjarnar Djurhuus aftur á.