Í kvøld hevði Tórshavnar Sløkkilið eina venjing á Herberginum hjá Frelsunarherinum í Havn.
Boðini vóru, at onkur lá inni í roykinum.
Hans David Hansen, innsatsleiðari sigur, at venjingin gekk væl. Starvsfólkini dugdu væl at handfara støðuna.
Sløkkiliðið hevur áður havt venjing í herberginum, har tað ikki er ósannlíkt, at eldur kemur í av eitt nú sigarettum.