Klassiska britan av eini vermammu og teir tvídráttir hon spinnur burtur øllum og ongum er kjarnin í sjónleikinum Brim og brúðleyp, sum Havnar Sjónleikarfelag frumsýndi mikukvøldið. Henda britan og hetta illkvendið, sum oyðileggur alt fyri øll, sum skuggar yvir alt, og sum tvíheldur um sín avgerðarrætt í øllum.
Tann ónda vermamman er ein mýta. Og uttan mun til um nakað er um tær ráðagerðir, hon setir út í kortið, kann nógv stuttligt spyrjast burtur úr, serliga í krønikum og sjónleikum.
Sum í søgum um ta óndu vermammuna, er myndin av vermammuni eisini í hesum sjónleikinum yvirdrivin, men tað er jú sjálvt poengið. Hon ? frú Hornett ? humsar við øllum og eingin torir at siga henni ímóti. Og tað er júst tí hon er sum hon er. Øll lata standa til, eingin er so frægur at tora at muta ímóti og tí sleppur hon at halda fram sum hon ger. Maðurin sleppur ikki at gera nakað av sjálvur, hon sigur honum, hvar skápið skal standa og tá ið hann onkuntíð ger ein vørr, er hon skjót at seta hann uppá pláss aftur. Viðferðin hjá frú Hornett av húsfólkunum, ikki minst av harra Hornett er tað, sum fær Albert Tufnell, versonin, ið er ávegis inn í familjuna, at stinga í sekkin. Hann óttast fyri, at honum vantar somu lagnu ? vanlagnu ? sum Henry Hornett. Uppvaksin á barnaheimi tráar hann eftir einum rættiligum heimi, men tá ið hann finnur út av, at vermamman ? og restin av familjuni ? hongur uppi í brúðarslørinum, heldur hann seg at hava gingið út av gravarbakkanum beint í helvitið. Á slípaðum dekki dugir hann at fóta sær, men á bonaðum gólvi ber verri til. Og tað er eingin, ið sigur hann ringan fyri ikki at tora at stíga inn í familjuna Hornett. Uttan sjálvandi frú Hornett, sum harmast meiri um skommina og slaturin, ið fer at spyrjast burtur úr hesum, enn um hjartað hjá Shirley, ið bløðir.
Shirley er kortini ikki við sviðusoð. Hon hevur ein sálarfrænda, nevniliga fastrina Edie Hornett, ið býr hjá teimum. Edie, ið eisini hevur upplivað at verðið svikin við altarið og sum líðir av hjartasorg enn hóast nógv ár eru liðin, uggar Shirley og dugir at seta seg í hennara støðu ? um enn kanska ov melodramatiskt.
Shirley og Albert fáa ikki stórt rásarúm at rekja fløkjuna upp. Tá ið vermamman hevur slept takið, er presturin til reiðar við góðum ráðum og við hansara hjálp ornar alt seg til tað besta. Vermamman skilir, ? eina løtu í hvussu so er ?, at hon hevur borið seg skeivt at, lovar bót og bata, og býðir Alberti vælkomnum í familjuna. Tað sum kanska undrar áskoðaran mest er, at verfaðirin ber í bøtuflaka við konuna. Kanska er tað lyndið í tufluhetjum, men ístaðin fyri at at vísa henni kærleika, leggur hann alla sína umsorgan á rottuhundarnar í kjallaranum.
Avrik
Níggju leikarar eru við, royndir og minni royndir. Teir verða spældir av Biritu Krossteig, Jógvani Salamon Joensen, Kjartani Hansen, Gunhild V. Michelsen, Jóonnu Djurhuus, Maluni Thomsen, Jóni Thorsteinsson, Doru Samuelsen og Hilmari Joensen.
Sjónleikurin Brim og brúðleyp er søguligur í tann mun, at tað er fyrsti leikurin sum Jákup Olsen, ið hevur traðkað nógvar skógar niður í Sjónleikarhúsinum, hevur leikstjórnað, ? og hansara fyrsti leiklutur á palli var júst í hesum leikinum, sum fyrstu ferð varð spældur í 1963, tá ið Jákup bara var fimtan ára gamal.
Jákup Olsen og Karin Djurhuus hava gjørt leiktjøldini, Elsa Jacobsen og Rúna Mortensen eru pallstjórar, Beinta Jacobsen og Eva Brekkstein eru teskarar, Jóhanna Maria Djurhuus hevur gjørt búnarnar, Lív Dam hevur seymað. Marjun Olsen og Sissal Frisdal gera hár og sminka, og Niels Nielsen og Tróndur Vatnhamar hava ábyrgdina av ljósinum.
Birita og Jógvan Salamon hava høvuðsleiklutirnar og tey koma væl frá uppgávuni. Leikluturin hjá Biritu er ógvuliga krevjandi bæði verbalt og fysiskt, samrøðurnar eru skjótar og títtar, samstundis sum hon stimar gjøgnum stovuna alla tíðina. Ein neyv konsentrasjón, sum hon kemur sera væl frá. Avrikið hjá Jóonnu Djurhuus sum dullan Daphne Pink er gott og natúrligt. Hon spælir upp til sjómannin Carnoustie Bligh, ið Albert Tufnell kemur sleipandi við. Jón Thorsteinsson í leiklutinum sum Carnoustie er heilt framúr, kanska tann besti og tann sum ber leikinum. Málið, hábrøgdini og framferðin eru ógvuliga sannførandi og honum nýtist ikki at gera og siga so nógv, kropsmálið sigur alt.
Brim og brúðleyp hoyrir til eina sjangru, sum við tíðini er vorðin ikki sørt slitin. Tú veitst, hvat verður, tí frábrigdini eru so fá. Ørgrynnu av filmum, leikum og søgum byggja á hetta evnið, og tí kann spurnartekin setast við, um "tað blívir við at vera stuttligt". Men har til skal sigast, at leikurin er ógvuliga stuttligur og sum áskoðari situr tú alla tíðina og flennir. Eitt hjartasuff er kortini, og tað er, at leikurin er í so langur. Tríggir tímar. Havi kortini einki uppskot til, hvat kundi verðið stytt ella um leikurin kann vera eitt hvørt fyri uttan.
Leikurin er týddur úr enskum av Georg L. Samuelsen, sála, og sum tað stendur í skránni er leikurin hin sami, hóast nakað er broytt. Mær tykir, at málið í støðum er eitt sindur tungt, serliga hvørsføllini, sum vóru nakað nógv brúkt, til dømis blómutyssi Shirleys og onnur líknandi dømi. Hetta eyðkennir ikki vanligt talumál og so als ikki málið, sum verður tosað í eini vanligari arbeiðarafamilju ? sum teirri hjá Hornetthúskinum.