- Vanlig mannagongd

Áki Jespersen, leiðari á ferðamannadeildini hjá Smyril Line, sigur um tilburðin á Hotel Føroyum, at talan í veruleikanum als ikki er um nakran trupulleika. - Ongastaðni í heiminum sleppur tú inn á eitt kamar kl. 5 um morgunin, um hotellið er fult

Hóast bretski umhvørvismaðurin hevur gjørt vart við ónøgd sína á Smyril Line, er talan sambært Áka Jespersen, leiðara á ferðamannadeildini, als ikki um nakran trupulleika ella orsøk til ónøgd.
- Kring allan heim er vanlig mannagongd, at tú sleppur inn kl. 14, um hotellið er fult, sum tað oftast er á sumri, sigur Áki Jespersen.
Hann vísir á, at tá kømur verða vaskað og fólk liggja og sova, ber sjálvsagt ikki til at loyva ferðafólki inn so tíðliga.
- Ongastaðni í heiminum sleppur tú inn á eitt kamar kl. 5 um morgunin, so klagurnar frá umhvørvismanninum eru uttan orsøk og grundgeving, eru stuttu og ítøkiligu viðmerkingarnar hjá Áki Jespersen, leiðara á ferðamannadeildini á Smyril Line.