Í dag skal løgtingið manna tær sjey løgtingsnevndirnar. Tilsamans skulu 45 nevndarsessir mannast.
Talan verður uttan iva um tveir valbólkar. Tey 21 tingfólkini hjá samgonguni fara í valbólk saman við Sjálvstýrisflokkinum og verða sostatt størsti bólkurin við 22 løgtingsumboðum.
Andstøðan fer uttan iva saman í valbólk, tey átta úr Tjóðveldisflokkinum og teir báðir í Miflokkinum verða so hin valbólkurin við 10 løgtingsumboðum aftan fyri seg.
Tað eru sjey løgtingsnevndir. Í seks teirra skulu sjey fólk veljast, meðan einans trý skulu veljast í Landsstýrismálanevndina.
Tær sjey nevndirnar eru:
o Fíggjarnevndin:
o Mentanarnevndin
o Rættarnevndin
o Trivnaðarnevndin
o Uttanlandsnevndin
o Vinnunevndin
o Landsstýrismálanevndin