Klaksvík:
Løgreglan í Klaksvík fekk fráboðanina um vanlukkuna um ellivutíðina hósmorgnunin. Tað var ein drongur um ellivu ára aldur, sum varnaðist at maðurin, sum hann hevði sæð liggja undir bilinum og arbeiða, ikki rørdi seg. Hann varskógvaði so nøkur vaksin, sum so boðaðu frá.
Og hóast tað varð borið sera skjótt av at flyta mannin til Klaksvíkar Sjúkrahús, so kundu tey har bert staðfesta, at maðurin var deyður.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at alt bendir á, at maðurin hevur vundið donkraftina til bilin upp og so hevur lagt seg inn undir at arbeiða upp á bilin. Og so er donkraftin farin undan og bilurin dottin niður á mannin. Tí tá løgreglan kom á staðið lá donkraftin við síðuna av bilinum.
- Ein donkraft lyftir ein bil nakað upp frá, og fallið niður á mannin hevur tískil verið nakað trivaligt, heldur vakthavandi á politistøðini í Klaksvík.
Maðurin lá soleiðis fyri, at bilurin er dottin niður á miðjuna á honum.
Tá løgreglan kom á staðið lá maðurin hálvur undir bilinum beint framman fyri bakhjólið. Ikki er greitt, nær vanlukkan hendi, men maðurin var sæddur um hálvgum níggju tíðina uttan fyri Varda Verkstaðin á Brekku, har hann fór í holt við at arbeiða upp á bilin.
Frá løgregluni í Klaksvík siga tey, at tað var sera lítið av ferðslu og friðarligt hósmorgunin. Tað er vanliga lítið av ferðslu á vegastrekkinum, har vanlukkan hendi og nú summarfrí er, so kann tað roknast við at enn minni ferðsla er.
Vakthavandi sigur, at tað kann vera orsøkin til, at ongin varnaðist vanlukkuna fyrr.