Vegirnir í Havn vóru ógvuliga hálir seint seinnapartin í gjár, tá ein syndarlig vanlukka í R. C. Effersøesgøtu kravdi mannalív.
Óhappið hendi um hálvgum seks tíðina. Ein tíggju ára gomul genta var áhalsin og gleið, tá hon fór skundandi eystur yvir gonguteigin við ovaru innkoyringina til SMS. Í sama bili kom ein av býbussunum oman gjøgnum gøtuna, og fekk hesin ikki steðgað fyrr enn hann hevði rakt gentuna.
Gentan kom heilt inn undir bussin, og varð kleimd av høgra bakhjóli.
Hjálpin var skjót á staðið. Av tí, at gentan lá kleimd føst undir hjólinum á bussinum, var neyðugt at fáa hjálp frá sløkkiliðnum. Tveir hjálparbilar hjá brandstøðini settu enda á bussin, so hann ikki skuldi glíða oman yvir aftur gentuna í allari hálkuni, tá bussurin varð lyftur upp við luftpútum.
Skjótt varð atborið at fáa gentuna leysa, men hon var deyð á staðnum.