Tað ber til at hava bert ein arm, og kortini gerast heimsmeistari í fótbólti. Tað bleiv prógvað longu í 1930, tá Uruguay varð vertstjóð fyri tað fyrstu HM-kappingina nakrantíð. Uruguay vann gull á olympisku summarleikunum í París í 1924, og í Amsterdam í 1928. Áðrenn HM varð olympiska fótbóltskappingin tann fremsta kappingin. Og tá lítla suðuramerikanska landið, Uruguay hevði vunnið olympiskt gull tvær ferðir í rað, var tað ógvuliga upplagt, at teir vóru vertir fyri tí fyrstu HM-kappingini nakrantíð. Teinurin gjørdist tó dekan ov langur fyri nógv av teimum europeisku londunum, sum máttu sigla allan teinin úr Europa og til Uruguay. Vánaliga europeiska luttøkan í HM-endaspælinum í Uruguay førdi seinni til, at Uruguay boykottaði HM-endaspølini í Italia í 1934, og í Fraklandi í 1938.
Vunnu HM í 1930
Tað gekk væl hjá vertstjóðini, Uruguay, sum vann HM-finaluna á Centenario leikvøllinum í høvuðsstaðnum, Montevideo. Mótstøðuliðið var tað stóra grannalandið, Argentina. Argentina var á odda 2-1 í steðginum, men í seinna hálvleiki gjørdi Uruguay eitt ótrúligt comeback, og teir ljósabláu – Celeste, sum teir verða nevndir – vendu 1-2 til ein 4-2 sigur, og fagnaðurin mundi ongan enda fingið í Uruguay eftir finalusigurin. 20 ár seinni gjørdist Uruguay heimsmeistari í Brasil, tá teir skelkaðu vertstjóðina við einum 2-1 sigri í tí avgerandi dystinum. Síðani 1950 hevur Uruguay vunnið Copa America – suðuramerikanska meistaraskapið – rættiliga ofta, seinast í 2011. Uruguay hevur vunnið Copa America heilar 15 ferðir. Teir vunnu tað fyrstu Copa America kappingina, sum varð í Argentina í 1916. Longu árið eftir vann Uruguay Copa America, hesaferð á heimavølli.
Heimsmeistari við einum armi
Tað merkisverdiga við liðnum hjá Uruguay, sum vann OL-gull í 1928, og HM-gull í 1930 varð, at á liðnum spældi ein maður, sum bert hevði ein arm. Hector Castro, sum bert hevði ein arm spældi 25 landsdystir fyri Uruguay millum 1923 og 1935. Í hesum 25 landsdystunum skeyt Hector Castro 18 mál. Einarmaði framherjin skoraði sigursmálið til 4-2 ímóti Argentina í HM-finaluni í 1930, og er Hector Castro millum tær heilt stóru hetjurnar í tí ótrúliga fótbóltssøguni hjá Uruguay. Sum 13 ára gamal varð Hector Castro óansin við einari ravmagnssag, og hann fekk høgra arm kvettan av í einum óhappi. Millum áskoðararnar í Uruguay varð hann kendur sum ”El Manco” - tann einarmaði.
Vann nógv heiti
Umframt at vinna OL-gull í 1928 og HM-gull í 1930 vann Hector Castro Copa America í 1926, og í 1935. Hann vann uruguayanska meistaraskapið við Nacional tvær ferðir, umframt, at hann vann meistaraskapið við liðnum, Estudiantes. Tá heimsmeistaraskapið í 1933 varð vunnið, skoraði Hector Castro eitt reint hattrick í tí avgerandi dystinum ímóti Penarol. Tá Hector Castro hevði stillað fótbóltsgaggurnar gjørdist hann fyrst hjálparvenjari, og síðani venjari. Tað eydnaðist honum at vinna tað uruguayanska meistaraskapið seks ferðir, sum hjálparvenjari og venjari. Hector Castro, sum varð føddur tann 29. november í 1904, doyði bert 55 ára gamal tann 15. september í 1960. Í fótbóltssøguni hjá tí lítlu, stoltu og nógv vinnandi tjóðini, Uruguay eigur Hector Castro tó eitt ógvuliga serligt pláss. Òhappið, sum hann upplivdi sum 13 ára gamal, forðaði honum ikki í at røkka teimum hægstu fótbóltstindunum.