Stóra hetjan í Klaksvík leygardagin var 17 ára gamli kollfirðingurin Hans Kristian Simonsen. Hann vann sum tann einasti á Kasparov millum teir 25 telvararnar sum royndu seg. Hesir 25 høvdu allir eitt styrkital undir 2000, og varð hetta gjørt soleiðis at dysturin ikki skuldi verða ov drúgvur.
Skálin var proppaður av fólki sum viðførdi at ikki øll sluppu so væl framat leikinum. Telvarnir sótu í sokallaðum hestaskógvi meðan Kasparov nærum rann frá borði til borðs.
Heili fýra tímar tók dysturin, orsøkin var rætt og slætt at føroyingarnir telvaðu væl. Teir flestu hildu leingi á, serliga veteranarnir Petur Hans Poulsen, John Jacobsen, Helgi Joensen og Sámal Christiansen. Allir hesir máttu tó lúta.
Tað var tó ein sum fekk Kasparov oftani at rista við høvdinum og tað var sjálvsagt Hans Kristian. Ikki tí, tað vóru fleiri sum høvdu sunnar og góðar støður í miðspælinum, men eingin helt fast um vónina uttan kollfirðingurin. Í endatalvinum hevði Hans Kristian avgerandi fyrimun, og lat hann ikki hendan gleppa, og fegin og sera ovfarakátur bleiv hann tá Kasparov legði kongin. Eingin hevði væntað at nakar fór við sigri frá skálanum. Flott og tillukku Hans Kristian!
Kasparov megnaði ótrúliga væl at halda støðið høgt, og sum altíð gleppur okkurt í hesum 25 talvum, og tá ræður um at fasthalda um hendan møguleika.
Gamlir føroyameistarar
25 mans-hópurin var ein blandingur av unglingum, gomlum føroyameistarum undir 2000 í styrkistali sum vóru Hans Petersen, Súni Ziska, Luitjen Apol, Hanus Joensen, John Jacobsen og Andrias Ziska. Umframt hesar vóru eisini fyrrverandi TSF-forsetar og umboð fyri feløg kring landið.
Kasparov var ikki glaður eftir dystin. Honum dámdi sera illa at hava tapt eitt talv, og var í roynd og veru ónøgdur við 24-1 sigrinum.
Hann hevur altíð verið sjálvkritiskur, viðgongur sínar feilir og hevur júst hesin eginleiki hjálpt honum ovast á heimsins talvtopp.
Eitt væl fyriskipað tiltak, sum stjól nógvar kappróðursáskoðarar hendan vakra leygardag í Klaksvík.
Vandu unglingarnir
Sunnumorgunin áðrenn landsdystin vandi Kasparov unglingar okkara. Eini fjøruti unglingar vórðu so hepnir at fáa undirvísing frá meistaranum, og riggaði tað heilt væl. Kasparov tók fyrst grundleggjandi ástøðina ígjøgnum, vísti á strategiir og annað. Unglingarnir lótu væl at, og eftir lokna venjing tók myndamaður Talvsambandsins eina mynd av Kasparov og øllum unglingunum, sum eitt gott minni tá tankar einaferð leita aftur.
Okkara stig
Garry Kasparov (2835) - Hans Kristian Simonsen (1930)
Simultan í Klaksvík, 09.06.2001
(Diagram áðrenn 24.Rxc3 hjá svørtum)
1.c4 c5 2.Nf3 Nf6 3.Nc3 b6 4.e4 d6 5.d4 cxd4 6.Nxd4 Bb7 7.Qe2 e6 8.g3 Nbd7 9.Bg2 Rc8 10.0-0 Qc7 11.b3 Be7 12.g4 h6 13.f4 g5 Djarvt 14.f5 e5 15.Ndb5 Qb8 16.Nd5 Bxd5 17.exd5 a6 18.Nc3 b5! Hans Kristian fær opnað frúgvamegni 19.Be3 bxc4 20.bxc4 Qb4 21.Rfc1 Qxc4 22.Qxc4 Rxc4 23.h3 Bd8 24.Bf1 DIAGRAM Rxc3! Hans K. fann rætta leikin, sum vinnur finnu og talvið 25.Rxc3 Nxd5 26.Bd2 [26.Rb3 Nxe3 27.Rxe3 Bb6] 26...Nxc3 27.Bxc3 Ke7 Hans K. hevði kaldar nervar nú, og leikti sigurin trygt til sigurs. 28.Bxa6 Bb6+ 29.Kg2 Ra8 30.Bb5 Rc8 31.Be1 Rc2+ 32.Kf1 Bd4 33.Rb1 Rxa2 34.Bxd7 Kxd7 35.Rb7+ Ke8 36.h4 Be3 37.h5 Ra4 38.Rb8+ Ke7 39.Rb7+ Kf6 40.Rb4 Ra1 41.Ke2 Bd4 42.Rb5 e4 43.Rd5 Ra2+ 44.Kf1 Bc5 45.Bg3 Ke7 46.Rd1 e3 47.Rb1 Bd4 48.Rb3 Ra1+ 49.Ke2 Rg1 50.Rb4 Bc5 51.Re4+ Kd7 52.Be1 d5 0-1