Vann á krabbameini

Fyri bert tveim­um árum síðani lá hann álvars­liga sjúkur av krabba­meini í bæði enda­tarmi og nýrum. Í dag situr Dánjal Andrea­sen púra frískur sum stjóri á Strand­ferðsl­uni. - Fólk skulu eisini sleppa at hoyra um tær góðu upp­living­arnar hjá krabba­meins­sjúk­ling­um, sigur Dánjal Andreasen, sum her sigur sína søgu

Barbara Holm

-----------------

 

“Eg vænti svullurin er illkynjaður”

Orðini hjá læknanum á Lands­sjúkrahúsinum renna kalt niður eftir rygginum hjá Dánjali Andreassen, stjóra á Strandfaraskipum Landsins.

Hóast hann hevur havt illgruna um, at okkurt er, sum tað ikki skal vera, er tankin um krabbamein ikki komin honum til hugs. Men læknin tykist ikki vera í iva.

Frá eini løtu til aðra er 54 ára gamli Dánjal, sum ongantíð áður hevur verið sjúkur, brádliga vorðin krabbameinssjúklingur.

 

Fekk stikpillarar frá læknanum

Dánjal Andreasen minnist løtuna inni hjá læknanum fyri góðum tveimum árum síðani, sum var tað í gjár.

- Orðini hjá læknanum komu sum eitt sjokk fyri meg. Eg hevði leingi havt bløðingar úr endatarminum og hevði verið hjá lækna fyri tað fleiri ferðir. Læknavikarur var í Gøtu tá, og hann gav mær bara nakrar stikk­pillarar og sendi meg til hús aftur. Tí helt eg ikki, at tað mundi vera nakað álvarsamt, minnist Dánjal.

Tá hansara egni lækni umsíðir kom aftur í starv sítt í Gøtu, valdi Dánjal at gera enn eina roynd og fara til enn eina kanning við vón um at fáa staðfest, júst hvør orsøkin til bløðingarnar var.

Læknin metti, at okkurt var á vási og uttan at greiða Dánjali nærri frá, hvat tað kundi vera, gav hann honum eina tíð til kanningar á Landssjúkrahúsinum.

- Tá eg fór til hús eftir lækna­vitjanina, føldi eg á mær, at okk­urt var, sum tað ikki skuldi vera. Eg visti tá, at okkurt var galið, sigur Dánjal.

 

Svullur í endatarminum

Kanningin á Landssjúkrahúsinum staðfesti alt fyri eitt, at stórur svullur var í endatarminum.

Dánjal varð sendur í skannara, men áðrenn úrslitið frá skann­ar­an­um var greitt, segði læknin, at hann væntaði, at svullurin var illkynjaður. Hartil bendi alt á, at svullurin sat so tætt upp at endatarminum, at tað neyvan slapst undan, at Dánjal fekk varandi stoomi, har endatarmurin verður lagdur út gjøgnum síðuna.

Læknin mælti til, at Dánjal bleiv lagdur undir skurð á Ríkis­sjúkrahúsinum. Møguleikarnir har vóru størri, og møguliga kundi Dánjal blíva skurðviðgjørdur soleiðis, at tarmarnir kundu leggj­ast inn aftur seinni. Hetta var tó als ikki vist.

Við tungu boðunum fór Dánjal til hús aftur, og greiddi familjuni frá, at hann hevði krabbamein í endatarminum.

- Eg má siga, at vit tóku tað øll pent og róligt, og tóku ikki sorgina uppá forhond. Tey gjørdu øll, tað tey kundu, fyri at hjálpa mær, minnist Dánjal.

Næsta stigið hjá Dánjali var at greiða arbeiðsgevaranum frá sjúkuni. Dánjal starvaðist tá á Skipasmiðjuni á Skála.

- Eg eri ótrúliga glaður fyri, at mínir arbeiðsgevarar góvu mær so nógvan stuðul, og eg føldi tað sum, at eg altíð kundi fáa hjálp haðani, um eg hevði brúk fyri tí, sigur Dánjal takksamur.

 

Nýrað eisini rakt

Nakað eftir, at Dánjal hevði verið í skannaranum, ringdi læknin til hansara og boðaði frá, at teir høvdu sæð nakrar plettar á tí eina nýranum. Hetta hevði við sær, at Dánjal noyddist gjøgnum fleiri kanningar fyri at fáa staðfest, hvat plettanir vóru.

Tá úrslitini frá kanningunum komu, var greitt, at krabbamein eisini var í nýrunum. Dánjal hevði sostatt krabbamein bæði í endatarminum og nýranum.

- Hetta kom sum eitt sjokk fyri meg. Eg var júst byrjaður at venja meg við tankan um, at svullurin í endatarminum var illkynjaður, men hevði als ikki vænta, at krabbamein eisini var í nýranum. Hetta ver beinangevin enn ein nýggjur veruleiki, eg skuldi fyri­halda meg til, greiðir Dánjal frá

Hóast støðan nú tóktiskt mun­andi meir hættislig, var Dánjal ongantíð bangin.

- Eg eri ein trúgvandi maður, og eg legði meg í Guds hond. Eg var ongantíð bangin, tí eg visti, at uttan mun til, hvat fór at henda, so var tað Guds vilji, sigur Dánjal.

 

Læknin á Ríkissjúkra­húsinum argur

Tá Dánjal dagar seinni fór til kann­ingar á Ríkissjúkrahúsinum, varð staðfest, at neyðugt var við stráluviðgerð. Og stutt eftir at hann var heimkomin til Føroyar, fekk Dánjal boð um at møta á Ríkis­sjúkrahúsinum at byrja stráluviðgerðina.

Á Ríkissjúkrahúsinum fekk Dánjal at vita, at hann mátti leggjast undir skurð fyri krabba­meinið í bæði endatarminum og nýrunum, áðrenn stráluviðgerðin kundi byrja.

- Læknin á Ríkissjúkrahúsinum var argur um, at so long tíð var fráliðin. Sjálvur hevði eg tó ikki hugsað um, at Landssjúkrahúsið hevði borið so seint at, sigur Dánjal.

Hóast vanligt er við strál­við­gerð áðrenn skurðviðgerð, stúrdi Dánjal ikki fyri, hvat fór at henda

- Eg kendi meg hóast alt tryggan, tí eg visti, at læknarnir vóru dugnaligir. Tí hevði eg eisini fult álit á tí, teir ráddu mær til, sigur Dánjal.

Á Ríkissjúkrahúsinum gjørdist greitt, at allur endatarmurin hjá Dánjali mátti skerast burtur, og at hann sostatt skuldi hava lívslangt stoomi.

- Mítt svar var púra greitt ja, tí um tað kundi betra um møgu­leikarnir hjá mær at gerast frískur fyri krabbamein, so var sjálvsagt lítil ivi um, at tað var tað vert, sigur Dánjal avgjørdur.

Fyri summi er stoomi sera ókent, men Dánjal og hansara familja hava tosa opið um stoomi, síðan tað gjørdist gerandisdagur hjá Dánjali.

- Sjálvsagt ynskir ongin sær at fáa stoomi, men tú ert noyddur at hugsa um tað í mun til, hvussu støðan annars hevði verið. Eg eri púra opin um tað, og síggi hetta als ikki sum ein trupulleika í mínum gerandisdegi.

 

Fekk góðan stuðul

Dánjal skilur væl, at tað kann tykj­ast trupult at vita, hvat ein skal siga við sjúklingar, ið líða undir so álvarsamari sjúku, tó kann hetta hava stóran týdning.

- Nógv fólk ringdi til mín dag­arnir áðrenn eg skuldi til Dan­markar at leggjast undir skurð, og tað hevði ótrúliga stóran týdning fyri meg. Tað at vita, at fólk høvdu meg í huga var ein troyst.

Eisini nevndarformaðurin í Skipa­smiðju á Skála hevði Dánjal í huga.

- Sjálvt nevndarformaðurin í Skipasmiðjuni ringdi til mín, og eg má siga, at stuðulin frá arbeiðsplássinum var veruliga fyrimyndarligur, og hjálpti mær ótrúliga nógv, sigur Dánjal

Øll familjan hjá Dánjali var við honum í Danmark, tá hann skuldi leggjast undir skurð.

- Kona mín, børnini, foreldrini og svigerforeldruni vóru øll í Dan­mark, tá eg bleiv opereraður, og kona mín og sonurin bíðaðu á Ríkissjúkrahúsinum í hasar 12 tímarnar eg var undir skurð. Eg var so illa fyri, tá eg vaknaði, at tað var sum so eingin orsøk hjá restini av familjuni at koma at vitja meg fyrr enn næsta dagin.

 

Stór løta

Eftir skurðviðgerðina vóru Dánjal og familja hansara spent at vita, hvussu alt hevði gingist.

Tveir læknar vardu av skurð­viðgerðini - annar av av enda­tarms­skurðinum, og hin av nýra­skurðinum. Í báðum førum var svarið tað sama: Krabbameinið var burtur, og tað gjørdist ikki neyðugt hjá Dánjali, at fara undir strálviðgerð.

- Hetta var ein sera stór løta fyri meg og alla familju mína, tí vit høvdu ikki væntað, at eg skuldi blíva frískur aftur so skjótt. Vit vóru ikki í iva um, at her høvdu hægri maktir verið við. Líka frá fyrstu løtu høvdu vit lagt alt í Harrans hond og biðið um, at Hann mátti verða við allan vegin, og at eg mátti blíva frískur, um tað var hansara vilji.

Dánjal skuldi liggja á Ríkis­sjúkra­húsinum í nakrar vikur aftaná skurðin, men hetta tíðar­skeiði bleiv styttri enn væntað.

- Eg treivst illa á Ríkis­sjúkra­húsinum, og bleiv nógv kilo lætt­ari, og bað til endan um at sleppa heim aftur til Føroyar, sigur hann.

 

Ikki beiskur

Tvey ár eru nú liðin, síðan Dánjal bleiv lagdur undir skurð fyri krabba­mein. Í dag kennir hann seg í allar mátar væl og er í starvi sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins.

- Skal eg hyggja aftur á tíðina við sjúkuni má sigast, at hetta var ein ótrúliga hørð tíð fyri meg, og fyri mína familju. Men vit stóðu tætt saman, og kláraðu at koma víðari í felag við at leggja okkum og alt okkara í Guds hond, sum leiddi og gav okkum styrki. Hansara skal æran vera, sigur Dánjal.

Nógv neiligt og ræðslukent er at hoyra, um fólk sum fáa krabbamein, men Dánjal sær øðrvísi uppá sjúkuna nú.

- Eg velji at traðka fram og greiða frá mínari sjúku, tí eg haldi tað, at tað er umráðandi, at tær positivu upplivingarnar hjá fólki, sum hava havt krabbamein, eisini verða lýstar, og ikki bert tær, har úrslitið hevur verið av tí ringasta. Eg gangi javnan til eftirkanningar, har eg hvørja ferð møti somu fólkunum, ið eins og eg hava havt krabbamein, men eru blivin frísk av tí, og tað ber væl til, sigur Dánjal Andreasen, sum í dag eisini kennir seg púra frískan.