Vann nógvar pengar upp á FC Suðuroy

140.000 krónur hevur ein tippari vunnið við millum annað at tippa FC Suðuroy at vinna í gjár. Beinrakni vinnarin setti einans 50 krónur upp á teir fimm dystirnar.

 

Tipparin, sum tippaði hjá donsku veddingarfyritøkuni, Dansk Spil, spældi upp á føroyskan, danskan og skotskan fótbólt umframt ein dyst í heimligu kappingini í Paraguai. Sum oddsini longur niðri vísa, so er talan í fýra av dystinum um favorittar, ið ikki megnað at vinna. Skive, TB, Dundee FC og Libertad Asuncion vóru øll á pappírinum favorittar at vinna undan dystinum, men endaði við at tapa.

 

Hetta tippaði vinnarin:

 

Viby – Skive [1] 5,70: Úrslit: 2-0

 

KoldingQ – Vejle [X] 4,25: Úrslit: 0-0

 

FC Suduroy – TB Tvøroyri [1] 6,05: Úrslit: 1-0

 

Queens Park - Dundee FC [1] 4,75: Úrslit: 2-1

 

Deportivo Carapegua - Libertad Asuncion [1] 4,00: Úrslit 2-0

 

Samlaði oddurin: 2784,66

 

Tað gevur ein vinning upp á 139.233 krónur, skrivar ekstrablaðið í dag. Tað stendur einki um hvar seðilin er keyptur. So tað er ilt at gita sær til um tipparin, ið megnaði at gita seg til fyrsta FC Suðuroy sigur í ár, er úr Føroyum ella ikki.