Vann stóra frisørkapping í Danmark

16 ára gamli Karsten Høgnesen úr Leirvík vann herfyri eina frisørkapping, sum danska ungdómsblaðið Vi Unge skipaði fyri

 

Tað liggur væl fyri hjá Karsteni Høgnesen úr Leirvík at fríðka um hár, og hann hevur longu tikið avgerð um, at hetta skal vera hansara yrki, tá hann er liðugur í fólkaskúlanum.

Í heyst skipaði danska ungdómsblaðið Vi Unge fyri eini frisørkapping. Tú skuldi gera eitt hársnið á einum persóni, og síðani senda inn eina mynda av hársniðinum.

Í desember mánaði fekk Karsten boð aftur frá Vi Unge um, at hansara hársnið varð valt at vera millum tey bestu.

Karsten fekk Jonnu Johannesen at sita modell hjá sær, meðan hann gjørdi listaverkið.

Karsten vann fyri túsund krónur av tingum, sum hann kann nýta til hárfríðkan.

? Mær dámar bara sera væl at fáast við hár, og tá eg sá kappingina, so sendi eg fleiri myndir inn av mínum hársniði, og tað eydnaðist bara væl, sigur Karsten.

Fyri góðum ári síðani fór Karsten undir at klippa fólki, hann kennir, og tað er ikki so sjáldan, at hann fær boð um at koma út at klippa onkrum.

? Eg havi altíð viljað gjørt hár, og nú plagi eg at klippa fleiri fólkum, sum eg kenni, sigur dugnaligi hárfríðkarin.

Um hálvtannað ár, tá Karsten væntandi fær prógvið handað, so hevur hann ætlanir um at fara í frisørlæru, og sigurin í hesi kappingini skuldi verið góð reklama at víst fyri einum komandi arbeiðsgevara.