? Er bygginevnd sett at fyrireika bygging av sambýli í Havn, sum mælt varð til í álitinum »Ein glotti fyri framman«.
Hesum spurningi ? og nøkrum afturat, skal Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í almannamálum svara Katrini Dahl Jakobsen, løgtingskvinnu Javnaðarfloksins.
Tingkvinnan vil hava landsstýrismannin at greiða tinginum frá viðurskiftum viðvíkjandi liðugt viðgjørdum sjðúklingum á psykiatrisku deildunum á Landssjúkrahúsinum.
Hon vil hava at vita, um nevndin hevur eitt ítøkiligt uppskot um bústovn, hvat slag av bústovni talan er um, hvussu nógv hann fer at kosta og nær hann verður liðugur.
Hon vil eisini hava landsstýrismannin at greiða frá teimum 3,5 milliónum krónunumm sum játtaðar vóru á fíggjarlógini fyri 2001. Hon spyr eisini landsstýrismannin, um hann er samdur við tilmælinum í álitinum um at raðfesta Suðurstreym, tá tað ræður um psykiatrisku sjúklingarnar.
At enda spyr hon, um landsstýrismaðurin ætlar at leggja fram »álitið um skipan av framsóknari psykiatri í Føroyum« til politiska viðgerð.
Katrin Dahl Jakobsen sigur í viðmerkingum til fyrispurningarnar, at á heysti í 2000 skipaði felagið Sinnisbati fyri almennum fundi á Landssjúkrahúsinum, tá kjakast varð um um psykiatrisku deildinar á Landssjúkrahúsinum og teir sjúklingar, sum hóast liðugt viðgjørdir, sleppa ikki av aftur psykiatrisku deildunum orsakað av vantandi bústaði.
? Umframt fakfólk vóru allir politisku flokkarnir eisini umboðaðir á fundinum. Breið semja var um, at hesi rsjúlingar liva undir stak óvirðiligum og lítið mennandi umstøðum, sigur Katrin Dahl Jakobsen.
Hon sigur eisini, at spurningurin um tað bæði fakliga og búskaparliga skilaleysa í at binda liðugt viðgjørdar sjúklingar til eina sjúkrasong varð eisini viðgjørdur.
? Aftur her vóru øll á einum máli um, at rættast var, um psykiatrisku deildirnar fingu arbeitt, soleiðis sum slíkar eru ætlaðar at gera, tað vil siga, sum viðgerðardeildir burturav, og at peningur til hetta endamál eisini tá hevði verið drúgvari, heldur hon.
Eitt av hesum fundi var, at ein millión krónur vórðu settar av til kanningar av støðuni innan føroyska psykiatri. Síðani tá eru tvey álit hesum viðvíkjandi kom in. Hitt fyrr kallast »Ein glotti fyri framman«, tað kom í apríl í fjør, og snýr seg fyri tað mesta um tørvin á bústøðum. Hitt seinna álitið kom í ár, og tað er um skipan av framsóknari psykiatri í Føroyum.
? Afturat hesum lat ein arbeiðsbólkur fyrst í nítiárunum úr hondum álitið »Psykiatriætlan ár 2000«. Við øllum hesum tilráðingum, um framt tað onnur feløg og fakfólk hava víst á, er ríkiligt av vitan til taks fyri ski8lagóðum loysnum, teimum sálarsjúku at gagni, heldur Katrin Dahl Jakobsen.
Álitið »Ein glotti fyri framman« mælir til at byrjað verður í miðstaðarøkinum, har tørvurin er nógv størstur. Har verður mælt til
? at bygginevnd verður sett beinanvegin at fyrireika bygging av tí fyrsta sambýlinum til 10 fólk í Havn
Kartin Dahl Jakobsen sigur, at partur av arbeiðssetninginum eisini var at koma við uppskoti um, hvussu farast skuldi ígongd við at brúka tær 3,5 mió. kr., sum settar vóru av til íløgur í 2001.
? Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003 er løgujáttan til bústovnar 5 mió. kr. Í viðmerkingunum verður víst á, at umleið 40 fólk, sum ikki eru í viðgerð, búgva á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, tí annað búpláss er ikki til teirra. Hetta er sama tal, sum álitið vísir á, og at næstan øll høvdu tilknýti til suðurstreym, sigur Katrin Dahl Jakobsen.
? Trupulleikin, sum psykiatrisku deildirnar hava at dragast við, hongur neyvt saman við tí eg loyvi mær at kalla vanrøkt av sjúklingum, sum so avgjørt ikki kunnu hóma ein glotta fyri framman, so leingi sjúkrahúsverkið framhaldandi skal eitast at vera teirra heim. Heldur eingin glotti er fyri framman fyri okkara fakfólki, koma tey ikki úr stað og fáa umstøður at menna seg sjálvi og deildirnar til at verða viðgerðardeildir við serdeildum fyri hesar ymsu sjúklingabólkarnar.
Tá trýstið á hesar deildirnar er so mikið stórt, er umráðandi at sett verður á í rætta endanum og í røttu raðfylgju, heldur Katrin Dahl Jakobsen.