Rúna Sivertsen
www.runa.fo
?????????????
Ein av mest týdningarmiklu uppgávunum hjá fjølmiðlunum er at varpa ljós á mál á ein slíkan hátt, at fólk skilja málini og kunna luttaka í kjakinum.
Hetta er grundarsteinurin undir fólkaræðinum.
Hesa skyldu sviku føroysku fjølmiðlarnir so dyggiliga, tá málini um yvirtøkulógirnar og uttanríkispolitisku heimildirnar vóru til viðgerðar í tinginum.
Tey bæði stóru tíðindabløðini í Føroyum, Sosialurin og Dimmalætting, skulu eitast at vera politiskt óheft. Men leiðslurnar og nevndirnar á báðum bløðunum vísa týðiliga, at tey enn eru sterkt litaði av teimum flokkum, tey í sínari tíð vóru málgagn fyri.
So frá teimum kanst tú ikki rokna við eini ópartískari lýsing av politiskum málum, sum hesi.
Tað tekur tíð at seta seg inn í slík torskild mál, og skulu tey lýsast við skili, er neyðugt at seta fólk av til arbeiðið. Tað er tí ein raðfesting hjá tíðindaleiðslunum, hvørji mál tey vilja nýta orku upp á.
Haraftrat noyðast bløðini í stóran mun at hugsa um, hvat selur blaðið - og torskildar politiskar greinar eru ikki "bestseljarar".
Men teir báðir almennu fjølmiðlarnir, Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya, eiga sambært lógini at leggja dent á upplýsing, sakliga og óheft.
Men eisini teir sviku!
Ósvaraðir spurningar
Sama, hvørja støðu vit hava til málini, sita helst tey flestu við sama spurningi, sum Høgni Hoydal setir í grein í bløðunum í síðstu viku:
"Hvussu ber tað til, at eitt mál um at selja rundstykkir fær drúgvari og meira nágreiniliga viðgerð á tingi og í fjølmiðlunum, enn eitt mál um at selja eitt heilt fólkaræði?".
Eg sigi ikki, at fólkaræðið er selt. Hesi málini eru nevniliga so torgreidd, at sjálvt stjórnmálafrøðingar eru ósamdir á máli um spurningin.
Men sambært tí, sum Høgni skrivar, so hevur løgtingið samtykt:
- at føroyingar kunnu bert gera avtalur við onnur fólk og lond sum fulltrúar vegna danska ríkið
- at føroyingar kunnu ikki gera avtalur, ið stríða móti donskum áhugamálum
- at føroyingar hava ongan avgerðarrætt í verju- og trygdarmálum
- at fólkarættarligir sáttmálar skulu gerast í navninum "Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne"
- at Danmark skal spyrjast bæði undan, meðan og aftaná, at ein avtala verður gjørd
- at Danmark kann siga upp allar sáttmálar og seta aðrar í gildi, sum teir halda vera best hóskandi fyri Føroyar, uttan at spyrja føroyingar eftir.
Sviku fólksins álit
Tað eru viðurskifti sum hesi, ið fáa meg at ivast stórliga í um tað, sum tingið hevur samtykt, man verða tað besta fyri Føroyar.
Eg og flestu føroyingar við mær eru í iva og ørkymlaði av hesum málum.
Eg vænti mær ikki hjálp frá politikarunum at fáa greiðu á hesum. Teir hava svikið mítt álit í handfaringini av hesum málum.
Tó hevði eg roknað við, at fjølmiðlarnir fóru at gera sína skyldu og upplýsa Føroya fólk, um hesi fyri landið so týdningarmiklu mál.