VANSORGAN
Fuglafjarðar skúli og skúlastýrið á staðnum skipa mikukvøldið fyri áhugaverdum fundi um vansorgan. Vansorgan merkir vantandi umsorgan, umsorganarsvík ella danska omsorgssvigt. Fundurin verður skipaður sum pallborðsfundur, har Sólrun Jacobæus, fyrrverandi leiðari á Føroya Barnaheimi, og Karin Kjølbro, leiðari á Kriminalforsorgini, leggja fyri. Spurningarnir, sum eitt nú verða umrøddir, eru, hvat vansorgan er, hvussu støðan í Føroyum er, hvør eigur ábyrgdina at hjálpa, tá ið talan er um vansorgan, og hvønn leiklut skúlin hevur í hesum sambandi.
Seinnu árini hava skúlafólk javnan gjørt vart við, at uppalingarliga skyldan yvir fyri barninum í stóran mun er flutt yvir á skúlan.
- Trupulleikarnir, sum síggjast í Havn, koma spakuliga út á bygd. Vit síggja, at heimið ikki í nóg stóran mun átekur sær uppgávuna og skylduna tað eigur yvir fyri barninum, sigur Suni í Hjøllum, skúlastjóri í Fuglafirði.
Gott samstarv millum skúla og heim er ein fortreyt fyri, at barnið fær eina góða skúlagongd. Ein onnur avgerandi fortreyt er, at foreldur stuðla barninum í gerandisdegnum og innlæringini.
- Skúlin væntar av næminginum, at hann møtir til tíðina, er úthvíldur, hevur matpakka við og er til reiðar at taka ímóti undirvísingini. Nógv teir flestu næmingarnir liva upp til hetta, men eitt vaksandi tal av næmingum haltar afturúr, tí heimið ikki ger sína skyldu mótvegis barninum, sigur Suni í Hjøllum.
- Vit vænta eisini av næminginum, at hann vísir umsorgan, ábyrgdarfulla sosiala atferð, og sámiligan málburð í samskiftinum við lærarar og næmingar. Av foreldrunum vænta vit, at tey eru til reiðar at fara inn í eitt skapandi og mennandi samstarv við skúlan, og at tey kenna ábyrgd fyri børnum sínum, tá ið tað snýr seg um spurningar so sum seksualupplýsing, royking, alkohol og onnur rúsevni, sigur Suni í Hjøllum.
Í Fuglafjarðar skúla ganga børn úr Leirvík, Gøtu og Fuglafirði í framhaldsdeildini. Framhaldsdeildin á skúlanum er sostatt millum størstu í landinum við umleið 160 næmingum.
- Við fundinum vóna vit, at foreldur taka ábendingarnar í álvara, umrøða trupulleikarnar í felag og tosa um, hvat vit kunnu gera betur. Eru trupulleikar, mugu vit tosa um teir, tí ofta síggja vit at teir verða tagdir burtur, sigur Suni í Hjøllum.
Seinnu árini hevur Fuglafjarðar skúli skipað fyri áhugaverdum fundum við góðari uppmøting frá foreldrum. Mikukvøldið verður høvi hjá fólki at seta spurningar og verða við í orðaskiftinum eftir framløguna. Á skránni er eisini sangur, tónleikur og kaffimunnur.