Um møguleiki skal vera fyri at víðka um virksemið á miðnámi fyri ung við serligum tørvi og geva tí eitt øðrvísi innihald, er neyvari samskipan og samstarv millum Almannamálaráðið og Mentamálaráðið neyðugt, skrivar Tóra við Keldu, forkvinna í Meginfelag teirra, ið bera brek.
Í farnu viku hevði fyrsti serflokkurin sín fyrsta skúladag á skúlanum á Kambsdali. Hesin flokkurin er eitt úrslit av einum tilmæli um serliga serliga skipað miðnám sum heildartilboð til ung við serligum tørvi. Tilmæli varð handað Almannamálaráðnum og Mentamálaráðnum 30. januar í ár og hevði til endamáls at tryggja øllum ungum í landinum eitt miðnámsskúlatilboð uttan mun til førleikar.
Arbeiðið við at veita eitt miðnámsskúlatilboð til ung við serligum tørvi byrjaði longu í 2002, skrivar Tóra við Keldu, tá Rásin skipaði fyri einum skúla-, frítíðar- og bútilboði við sjey plássum. Í 2014 var ein serflokkur innan autismuøkið í Hoydølum.
- Miðnám merkir tá ikki endiliga eitt studentsprógv ella annað prógv í vanligari merking, men ein onnur útbúgving og eitt annað prógv, sum er lagað eftir einstaka næminginum í møguligum tilknýti til annað virksemi t.d. á arbeiðsmarknaðinum, skrivar Tóra við Keldu.
Tóra við Keldu vísir á, at rætturin titl útbúgving er staðfestur í ST-sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek. Í honum stendur, at øll hava rætt til skúlatilboð í vanligu skúlaskipanini.
- Í dag vanta skúlatilboð á miðnámi til ung við serligum tørvi. Óivað eru vit øll samd um, at í Føroyum skulu ung, ið bera brek, hava ein góðan og gevandi gerandisdag við lívsgóðsku, skrivar hon.
Hon mælir nú til, at hetta økið verður serliga raðfest komandi árini við neyðugum starvsfólkum, hølum og játtan til rakstur.
- Eisini er neyðugt við góðum samstarvi ímillum Almannaráðið og Mentamálaráðið, sum saman kunnu tryggja, at heildartilboð verða veitt - sjálvandi í mun til ynski og tørv, skrivar Tóra við Keldu, sum ynskir, at hetta økið verður ítøkiliga nevnt í einum komandi samgonguskjali.