Men síðani hava ymiskar hendingar darvað arbeiðnum hjá uttanlandsnevndini, so hon heldur ikki varð liðug við arbeiði sítt fríggjadagin í síðstu viku. Og ígjár fekk formaðurin forfall, so varaformaðurin í nevndini avgjørdi at bíða við at skriva undir álitini til í dag. Tað er alla æru vert, at hann vildi hava Tjóðveldisflokkin við til hesa søguligu hending.
Nú fekk formaðurin forfall, og tað kunnu øll fáa, so hann skal ikki fáa nakra viðmerking um tað, men tey, sum hava fylgt við í hesum máli, eru sannførd um, at formaðurin kundi havt borið skjótari at. Tað er langt síðani greitt, at semjan fór bara at fáast millum samgonguflokkarnar, meðan Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin fóru helst at skriva eitt felags álit. Hinvegin hevur verið eitt sindur ógreitt, hvussu tað fór at verða við Miðflokkinum, men eftir øllum at døma verður hann ikki við í samgonguálitinum.
Nú kann onkur undrast, hví tað á hesum stað verður funnist at tí, at arbeiðið hevur gingið so seint. Áður er víst á, at málið hevur ikki so stóran skund, og at framtíðarstøða má umhugsast væl og virðiligt. Hinvegin hevur føroyski almenningurin bíðað eftir, hvat stóð í uppritinum, tí tað snýr seg um framtíðina hjá okkum øllum. Og uppritið var loyniligt - lagt fram í trúnaði - til uttanlandsnevndin var liðug við arbeiði sítt.
Nú er hon liðug, og í gjár kundu so fjølmiðlarnir, sum hildu seg til undirskriftina í Tinganesi, tá uppritið var flýggjað út, almannakunngera tað. Men nógv nýtt var ikki í álitinum, so í dag seta mong spurnartekin við, hví tað skuldi haldast so loynligt. Neyvan hevði tað ávirkað arbeiðið í uttanlandsnevndini nevnivert.
Nú hevur hetta drigið út, og samráðingarnar nærkast, men ein orsøk er so vantandi handalag í arbeiðsgongdini seinastu tíðina. Hetta er so ein spurningur, sum Tjóðveldisflokkurin eigur at taka upp innanhýsis. Tann størsti flokkurin á tingi kann neyvan í longdini góðtaka, at formaðurin í tingbólkinum er so ógreiður og skiftir støðu í týðandi málum, eins og at formaðurin í eini av mest týðandi nevndunum ikki megar at leiða nevndararbeiði á ein nøgtandi hátt. Somuleiðis kann spurnartekin setast við, um tann rætta tignin var yvir tingarbeiðinum síðsta leygardag, tá 10-tals mál vórðu løgd fram.