Tað vísir seg, at fleiri hava fingið sær tað fyri at tveita burturkast av ymiskum slagi út av vegnum – serliga á Leirvíksvegnum, har ikki so nógv ferðsla er.
- Vit vilja tí staðiliga heita á okkara borgarar um at brúka bingjuplássini, og soleiðis verða við til at virða og síggja tað stóra ríkidømi vit eiga í okkara náttúru, sigur kommunan á heimasíðu sínari.
Lagt verður aftrat, at vit eiga eina vakra og óspilta náttúru sum er til stóra gleði og eitt sagt fragd fyri bæði sál og sinn hjá eysturbúgvum og ikki minst hjá teim vitjandi.