Persbureau Heitink/EPA/Ritzau Scanpix

Myndir: Vápnaður maður tikið gíslar í Hollandi

Ein maður hevur tikið fleiri gíslar í einum náttklubba, og hann hóttir við at spreingja staðið í luftina.

Persbureau Heitink/EPA/Ritzau Scanpix

Ein vápnaður maður hevur sambært tíðindastovuni ANP og blaðnum Telegraaf tikið gíslar í hollendska býnum Ede.

Fleiri gíslar eru í einum náttklubba, har gíslatøkan er í løtuni. Gíslatakarin skal hava vápn og spreingievni uppi á sær.

Hann skal eftir øllum at døma hava hótt við at spreingja náttklubban í luftina.

– Ein gíslastøða, við fleiri gíslum, er í løtuni í einum bygningi í miðbýnum í Ede, skrivar løgreglan á sosiala miðlinum X.

##med2##

Tað er sambært tíðindastovuni AFP ógreitt, hvussu nógv fólk eru tikin sum gíslar. Men fleiri lokalir miðlar skriva, at tað kann snúgva seg um fýra ella fimm fólk.

Løgreglan upplýsir, at tey hava evakuerað íbúgvar úr umleið 150 húsum.

##med3##

Miðbýurin í Ede er stongdur, og við staðið er løgregla í stríðsbúnum og spreingiserfrøðingar.

Ede er í eystara parti av Hollandi millum størru býirnar Arnhem og Utrecht. Í býnum búgva umleið 120.000 fólk.

 

/ritzau/

 

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

 

 

Persbureau Heitink/EPA/Ritzau Scanpix

Piroschka Van De Wouw/Reuters/Ritzau Scanpix

Persbureau Heitink/EPA/Ritzau Scanpix

Aleksandar Furtula/AP/Ritzau Scanpix

Piroschka Van De Wouw/Reuters/Ritzau Scanpix

AFP/Ritzau Scanpix

Persbureau Heitink/EPA/Ritzau Scanpix

Persbureau Heitink/EPA/Ritzau Scanpix