Vápnahvíldin kom í lag eftir tingingar millum ST-aðalskrivaran, Ban Ki-moon, og amerikanska uttanríkisráðharran, John Kerry. Talan er um eina humanitera vápnahvíld, og ST og USA heittu í gjárkvøldið á partarnar um at vísa varsemi og at halda avtaluna.
Hóast talan er um vápnahvíld, fara partarnir ikki at taka seg aftur, meðan vápnahvíldin er í gildi. Samstundis ljóðar frá álítandi keldum, at bæði Ísrael og Hamas eru sinnað at fara til nýggjar friðarsamráðingar í Kairo.
Meiri enn 1.400 fólk hava latið lív í Gazageiranum, síðani stríðið tók seg upp fyri fýra vikum síðani. Fleiri lond hava lagt Ísrael undir at fara alt ov harðliga fram í Gaza, og í gjárkvøldið vóru atfinningarnar úr USA hvassari, enn tær plaga at vera.
Kortini styðjar USA Ísrael í bardaganum við ta víðgongdu Hamas-rørsluna. Í gjár váttaði amerikanska verjumálaráðið, at USA hevur júst verið við til at fylla tær ísraelsku vápnagoymslurnar av nýggjum.