- Skulu ukrainar hava ein møguleika at steðga russisku álopunum, sum her í Donbas, mugu vápnini úr vesturheiminum koma fram, heldur norskur granskari.

Vápn úr vesturheiminum kunnu gerast avgerandi

- Nú avhongur alt av, hvussu skjótt vápn úr vesturheiminum kunnu koma til Ukraina. Landið fer ikki at megna at steðga Russlandi uttan hesi vápn, sigur norski verjugranskarin, Tor Bukkvoll.

- Skulu ukrainar hava ein møguleika at steðga russisku álopunum, sum her í Donbas, mugu vápnini úr vesturheiminum koma fram, heldur norskur granskari.

Allar brýr til ukrainska býin, Sievjerodonetsk um ánna Donetsk, eru nú oyðilagdar, veit bretska verjumálaráðið at siga í sínari frágreiðing í morgun.

 

Bretar lýsa støðuna, sum ukrainsku herdeildirnar eru í um hesar leiðir, sum sera trupla, sjálvt um tað helst hevur eydnast ukrainskum herdeildum at taka stórar partar av sínum deildum aftur.

 

- Nú standa ukrainskar herdeildir við einum einasta møguleika at fáa yvirlutan aftur í økinum. Møguleikin hongur neyvt saman við, hvussu skjótt Ukraina kann fáa vápn úr vesturheiminum, tí ukrainski herurin fer ikki at megna at steðga Russlandi uttan hesi vápn. Russiska framgongdin er lítil, men hon er kortini har. 

 

Norski verjugranskarin, Tor Bukkvoll, sigur við Verdens Gang í dag, at tað verður trupult hjá Ukaina at steðga Russlandi uttan betri og meira langtberandi vápn og hernaðarútgerð. Russiski herurin roynir nú at fáa fult eftirlit við býnum, Sievjerodonetsk samstundis, sum teir royna at nærkast grannabýnum, Lysytsjansk.

 

Ukraina hevur fingið lovað nógv vápn úr vesturheiminum, og so seint sum í gjár kunngjørdi amerikanski forsetin, Joe Biden, eina avtalu um vápnaveitingar til Ukraina fyri eina miljard dollarar. Í veitingini eru eisini vápnaskipanir, sum kunnu raka russisk krígsskip, og her eru framkomnar rakettskipanir, sum Ukraina longu brúkar.

 

Tor Bukkvoll sigur, at tað tekur tíð at fáa slíkar veitingar við í kríggið, bæði tí, at herfólk skulu venja seg við at brúka hesi vápn - og ikki minst, tí vápnini skulu flytast úr USA og sjóvegis til Evropa og síðan flytast yvir stórar partar av Evropa.

 

- Ukrainar høvdu væntað, at teir fóru at fáa hesi vápn í endanum av hesum mánaðinum, men nú siga ukrainar, at teir helst ikki fáa vápnini fyrr enn í endanum av juli ella í august, sigur norski verjugranskarin, sum fylgir væl við krígnum í Ukraina.

 

Tor Bukkvoll sigur, at um ukrainar ikki fáa vápn innan rímiliga tíð, kunnu vit roka við, at Russland stigvíst tekur Luhansk-landslutin og kanska, sum tíðin gongur, eisini Donetsk, men fær Ukraina vápn, og teirra herfólk skjótt læra at brúka tey, er ikki óhugsandi, at ukrainski herurin fer at megna at steðga Russlandi.

 

- Kanska kann ukrainski herurin tá eisini megna at fremja mótálop og reka russar aftur, sigur granskarin.

 

Ukrainski hernaðarleiðarin, Valerij Zaluzjnyj, segði í gjár, at russiskar herdeildir hava hert álopini í Luhansk-fylkinum har eysturi í Ukraina. Hinvegin hava ukrainskar deildir framt avmarkað mótálop móti russiskum deildum har suðuri í landinum.

 

##med2##

 

Tað er serliga har eysturi í Ukraina, at russiskar herdeildir fremja stórálop, og tað er serliga her, at ukrainsku herdeildirnar eru í trupulleikum.

 

- Russland hevur lítla framgpngd serliga í Luhansk - og minni framgongd í Donbas. Á Kharkiv-leiðini, sum er næst størsti býur í landinum, nærindis russiska markinum, eru ikki tær stóru broytingarnar.

 

Tor Bukkvoll vísir á, at atgongdin hjá ukrainum til vápn úr vesturheiminum er ógvuliga avgerandi fyri, hvør gongdin í stríðnum verður í komandi tíð. Ukrainar noyðast at spara upp á krútið, men tað nýtast russisku herdeildirnar ikki. 

 

- Tí kunnu vápnini úr vesturheiminum gerast rættiliga avgereandi fyri ukrainsku krígsførsluna. Hvussu stór tapini verða hjá stríðandi pørtunum, veldst um, hvussu nógv herfólk londini vilja senda til hermótini, sigur norski verjugranskarin.

 

 

 

- Skulu ukrainar hava ein møguleika at steðga russisku álopunum, sum her í Donbas, mugu vápnini úr vesturheiminum koma fram, heldur norskur granskari.