I 1977 gjørdu Eyðun Johannessen og Roland Thomsen filmin “Tríggir varðar”.
Tíðin er farin frá av vísa smalfilmar, og tí fann Roland Thomsen uppá at spæla filmin yvir á dvd.
Í filminum eru søguliga nóg verdar samrøður við høvundarnar William Heinesen, Christian Matras og Heðin Brú.
Filmurin varð í sínari tíð vístur á fleiri sjónvarpsstøðum og varð væl móttikin.
Mentamálaráðið hevur keypt 20 eintøk til undirvíngarnýtslu.
Filmurin fæst annars í bókasølunum.
Í 1973 góvu teir út filmin “Se nu Færøerne”, og Roland Thomsen fer nú at kanna, um áhugi er fyri at fáa hendan filmin yvir á dvd.
Eisini hesin filmurin fekk góða móttøku, og í 1975 var hann vístur á filmsfestivali í Pollandi.
Ein triðja film gjørdu teir um Niels á Botni, sum stappaði fuglar út. Roland Thomsen heldur, at hesin siðsøguliga má hava áhuga.
Yngri fólk kenna neyvan Roland Thomsen.
Hann er dani, buði í Føroyum frá 1964 til 1977, í Grønlandi frá 1977 til 200, og nú býr hann í Danmark.