Steypavinnari
Tað var ein fegin Guðrun Midjord, sum vit fingu orðið á, tá steypasigurin var sodnaður nakað hjá VB-kvinnunum.
Spurd, hvussu hon kendi tað, nú tað eftir tvær nyttuleysar royndir loksins eydnaðist at vinna steypið heim, helt hon, at tað bara var ein heilt deilig kensla.
- Nú eri eg komin nakað yvir sjokkið, og tað er fantastiskt at vita, at vit megnaðu tað hesaferð. Har stóð nógv á, men tað gekk at enda.
Eitt, sum kanska var eitt sindur serstakt við finaluni, mundi vera, at liðskiparin hjá VB als ikki var við á vøllinum. Yvir høvur gjørdi VB óvanliag fáar útskiftingar, men tá vit spurdu Guðruna um hetta, var hon skjót at siga, at tað hevði hon so einki ímóti.
- Eg skal siga akkurát, sum er, so vildi eg helst sleppa frá at fara inn á vøllin. Hatta gjørdist alt ov spennandi. Eg hevði steindoy, um eg skuldi inn á vøllin hasa seinastu løtuna, so bæði eg og Mary sótu sum klistraðar at stólinum.
- Vit hava jú so ofta mist takið á dystum í líknandi støðum, og tá munurin var komin niður á tvey mál, ivaðist eg ikki í, at nú glapp tað aftur, men tíbetur helt leiðslan sær hesaferð.
Langt eftir á mál
Sum støðan er í løtuni, so er einki at ivast í, at VB nú má roknast sum favorittar til FM. Tær hava leikt ein dyst færri enn VÍF, hava tvey stig fleiri, og ikki minst hava tær nú tríggjar av fýra ferðum bast teimum gulu.
Sjálvt er Guðrun tó ikki so nógv fyri at rópa VB fyri favorittar.
- Vit liggja væl fyri í løtuni, og um væl vil til, so kunnu vit vinna FM. Men har er langt eftir á mál. Longu komandi vikuskifti hava vit truplan útidyst dyst móti Kyndli, og vit skulu eisini til Vestmanna, so enn fært tú so ikki meg at siga nakað sum helst um ta, sigur Guðrun at enda.