Varðhaldið fer í Mjørkadal

Einaferð í februar flyta varðhaldsfangarnir í arresthúsinum í Jónas Broncksgøtu í Havn niðan í Mjørkadal at sita Í gjár varð sáttmáli undirskrivaður, um at varðhaldið í Havn leigar seg inn í húsið hjá Færøernes Kommando í Mjørkadali, galdandi frá 1. februar. Sáttmálin er fyri eitt ár, men kann leingjast.

Varðhaldið noyðist at flyta, tí arresthúsið er illa fongt við blámusoppi og er tí ikki egnað hvørki til starvsfólk ella fangar at vera í.

Bent Jákup Hansen, leiðari í varðhaldinum sigur, at varðhaldið kann ikki flyta beinanvegin, tí onkrar broytingar mugu gerast við hølini, eitt nú eftir kravi frá Brunaumsjón Landsins. Teldur og onnur útgerð skulu eisini setast til. Flytidagurin veldst eisini um, nær handverkararnir hava stundir at gera arbeiðið.

Tað sita bara fýra fangar í varðhaldinum. Hetta eru varðhaldsfongslað fólk, sum ikki kunnu latast leys. Í løtuni eru fýra fangar, og Bent Jákup Hansen sigur, at ein teirra væntandi verður latin leysur áðrenn flytingina.