Ein 49-ára gamal maður var fyrrapartin í dag til grundlógaravhoyring. Hann er nú varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri brot á paragraf 119 í revsilógini um hóttan móti fólki í almennari tænastu.
Hósmorgun varð løgreglan boðsend til ein bústað í Havn í sambandi við húsaófrið. Tá løgreglan kom á staðið, kom ein maður út við øks í hond. Maðurin var fullur og brúkti seg móti løgregluni, meðan hann lá á gólvinum. Hann veipaði eitt sindur við øksini og slóð nakrar ferðir í trapputrinini, og løgreglumenninir kendu seg noyddar at taka pistólin fram.
Tá maðurin misti øksina, gjørdu løgreglumenninir skjótt av og løgdu hann í hondjørn. Á veg til løgreglustøðina og á løgreglustøðini hótti fulli maðurin løgreglufólkini í fleiri umførum og royndi eisini at sparka eftir løgreglufólkunum.
Maðurin minnist ikki tilburðin serliga væl, og hann er sannførdur um, at hann ikki visti, at tað var løgreglan, sum var komin heim til hann. Hann var vísur í, at tað var grannin, sum ætlaði eftir sær aftaná eitt innanhýsis stríð. Tí tók hann øksina fram fyri at verja seg.