Varðhaldsfongslaður longri enn

Ein 19 ára gamal maður fekk í Føroya rætti í morgun varðhaldfongslinga longda við fýra vikum aftrat.

Hann hevur frammanundan sitið varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Maðurin er skuldsettur fyri fimm neytøkuroyndir. Hann játtaði seg sekan í trimum av royndunum, eini noktaði hann seg sekan í, og í einum føri játtaði hann seg at hava gjørt seg inn á gentuna, men ikki kynsliga.

Varðhaldsfongslingin varð longd, tí okkurt skal kannast nærri, og genturnar skulu eisini avhoyrast aftur.

Ákæruvaldið vildi ikki lata mannin leysan av ótta fyr, at hann fer at ávirka kanningarnar, og at hann finnur uppá at gera líknandi misbrot aftur.