Varðhaldsfongslaður í nærum sjey mánaðir

Loksins er rættarmálið móti manninum, sum er ákærdur fyri neyðtøkuroynd aftan fyri Sjónleikarahúsið í septembur í fjør og neyðtøku av eini aðrari kvinnu, sett á skrá. Maðurin skal fyri rættin 18. mai. Tá hevur hann sitið varðhaldsfongslaður síðani 14. oktobur.

 

 

Maðurin hevur sostatt siti varðhaldsfongslaður í yvir sjey mánaðir.

 

 

Tað var 30. septembur, at ein genta var fyri eini neyðtøkuroynd aftan fyri Sjónleikarahúsið í Havn. Hon megnaði tó at berja mannin av sær.

 

 

Vakmyndatól í býnum hjálptu tó løgregluni at eyðmerkja mannin, sum tó var farin til skips, tá løgreglan fann út av, hvør hann var. Komin aftur til lands, var hann handtikin og varðhaldsfongslaður.

 

 

Undir varðhaldsfongslingini eru onnur mál komin undan kavi. Millum annað er hann nú skuldsettur fyri neyðtøku av eini aðrari kvinnu. Hann var eisini settur í samband við tvær aðrar møguligar neyðtøkuroyndir í Havn í fjør, men tær skuldsetingarnar eru sleptar aftur.

 

 

Seinastu vikurnar hevur ákæruvaldið bíða eftir eini tilsøgn frá danska Rættarlæknaráðnum, og nú er hendan eftir øllum at døma komin upp á pláss. Málið er tí sett á skrá 18. mai.